Dýra Biðidag sigur FM1 frá Skála-B36

Betrideildardysturin millum Skála og B36 byrjar klokkan 18. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum millum Skála og B36 á FM1 í morgin. Dysturin byrjar klokkan 18

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum millum Skála og B36 á FM1 í morgin. Dysturin byrjar klokkan 18

Í morgin verða tveir dystir spældir í Betrideildini hjá monnum.

Klokkan 18 spæla Skála og B36 undir Mýruhjalla á Skála, og klokkan 19 spæla ÍF og Víkingur í Fløtugerði í Fuglafirði.

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum millum Skála og B36 á FM1. Árni Gregersen verður heimildarmaður til dystin millum ÍF og Víking.

Sendingin byrjar klokkan 17.55. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

Samrøður við umboð fyri liðini koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum. 

Sunnudagin sigur Tróndur Arge beinleiðis frá tveimum dystum á FM1. Klokkan 15 verður tað klassikkarin í Gundadali í Havn millum HB og KÍ, og tá klokkan er farin av 17 verður sagt frá dystinum úti í Vika á Argjum millum AB og TB.

 

 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum millum Skála og B36 á FM1 í morgin. Dysturin byrjar klokkan 18