Dýrt hjá Chelsea at koyra Conte

Tað kostaði fótbóltsfelagnum Chelsea næstan eina fjórðings milliard at sleppa sær av við meistaravenjaran Antonio Conte.

Antonio Conte var chelsea-venjari tvey kappingarár. Í dag stendur hann á odda fyri topplinum Inter í italsku Serie A. - Foto: Ian Kington/Ritzau Scanpix

Antonio Conte var chelsea-venjari tvey kappingarár. Í dag stendur hann á odda fyri topplinum Inter í italsku Serie A. - Foto: Ian Kington/Ritzau Scanpix

Tað kann gerast kostnaðarmikið at sleppa sær av við ein fótbóltsvenjara, meðan sáttmálin framvegis er galdandi.

Tað máttu tey í enska fótbóltsfelagnum Chelsea sanna, tá tey góvu venjaranum Antonio Conte og hjálparvenjarum hasara sekkin í 2018.

Sambært The Guardian vísir roknskapurin hjá Chelsea, at felagið tilsamans rindaði 26,6 millónir pund í endurgjaldi og advokatrokningum fyri at sleppa av við venjaratoymið.

Tað svarar til 244 krónur í okkara pengum.

Antonio Conte kom til felagið í 2016 og førdi felagið til enska meistaraheitið í fyrstu kapping síni.

Árið eftir eydnaðist bert at vinna eitt fimtapláss, sum merkti, at Chelsea ikki slapp við í Champions League.

Sjálvt um liðið vann FA Cup, var tað ikki nóg mikið at bjarga italiumanninum, sum varð koyrdur eitt ár fyri, at sáttmálin gekk út, saman við stuðulstoymi sínum, sum taldi 11 mans.

Tilsamans hevur Chelsea goldið 790 milliónir krónur í endurgjaldi fyri venjarar, sum hava fingið sekkin, síðani Roman Abramovich keypti felagið í 2004.

Í felagnum eru tey eisini von við venjaraskifti. Avloysarin hjá Conte, Maurizio Sarri, kláraði bert eina kapping, so fór hann aftur til Italia fyri at venja Juventus.

Í staðin hevur tann royndi Chelsea-spælarin Frank Lampard nú ábyrgdina av liðnum. Sáttmálin hjá honum røkkur fram til summarið 2022.

/ritzau/

Antonio Conte var chelsea-venjari tvey kappingarár. Í dag stendur hann á odda fyri topplinum Inter í italsku Serie A. - Foto: Ian Kington/Ritzau Scanpix