Dystarendin og samanumtøka frá hálvfinalunum í badminton (FM1)

(FM1) Hoyr Bjørg Djurhuus, viðmerkjar taka samanum avrikið hjá Rannvá D. Carlsson og Bartali Poulsen

Her sæst Rannvá D. Carlsson í liðkappingini móti Guernsey (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)

Her sæst Rannvá D. Carlsson í liðkappingini móti Guernsey (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)

##med2##

Bartal Poulsen og Rannvá D. Carlsson taptu í hálvfinalunum í einmansleiki í badminton.

Bartal Poulsen tapti 11-21 og 14-21 móti krútsterka leikaranum, Mark Constable úr Jersey. Mark Constable hevur áður verið partur av enska landsliðnum, og vann sum ungur EM-silvur í EM-endaspælinum fyri juniorar.

Rannvá Djurhuus Carlsson tapti 15-21 og 14-21 móti Jessicu Li av Oynni Man.

Gunnvá Jacobsen trekti seg, og spældi ikki hálvfinaluna móti sterka estiska spælaranum, Getter Saar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal í beinleiðis sending siga frá teimum seinastu og avgerandi bóltunum í hálvfinalunum hjá Bartali Poulsen og Rannvá D. Carlsson.

2) Hoyr Bjørg Djurhuus, viðmerkjara taka samanum avrikini hjá Bartali og Rannvá.

Bjørg Djurhuus undirstrikar, at Mark Constable er ein framúr góður badmintonleikari, ið bara hevur tapt eitt sett á oyggjaleikunum. Men hon heldur, at Bartal stríddist væl, serliga í seinna settinum. 

Um Rannvá sigur Bjørg, at Rannvá hevur havt skaðar at dragast við, og er tí ikki uppá sítt allarbesta í einmansleiki. Hon hevur tó vónir um, at Rannvá kann standa seg betur í tvímansleikunum.

Bjørg Djurhuus greiðir eisini frá, at føroysku leikararnir og føroysku áskoðararnir hava fingið stórt rós frá dómarunum, ið døma í badminton-kappingini á oyggjaleikunum í Gibraltar. 

##med3##

 

 

Her sæst Rannvá D. Carlsson í liðkappingini móti Guernsey (Mynd: Gyðja Tróndardóttir)

(Dystarendar og samanumtøkur hjá Bjørg Djurhuus)