Dystarflyting ávirkar landsliðsvenjingina

Fleiri spælarar blivu spardir til venjingina á Tórsvølli í dag

Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína fyrstu venjing á Tórsvølli undan EM-landsdystunum móti Rumenia  og Malta, sum verða 12. og 15. oktober. Tað órógvar venjingina, at seks av spælarunum hava verið í dysti í gjár, tá KÍ vann 3-1 á Víkingi.

Landskappingardysturin millum Víking og KÍ bleiv útsettur frá leygardegnum til í gjár. Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar úr Víkingi, og Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen, Jóannes K. Danielsen og Kristian Joensen spældu allir 90 minuttir.

##med2## 

- Allir uttan Kristian Joensen sita yvir í dag. Teir hita upp saman við liðnum, men fara so at gera øvislir við Álvi Hansen. Kristian er málverjin og hevur biðið um at sleppa at venja fult við, sigur Lars Olsen.

Hann heldur at dystarflytingin órógvar, men ikki meiri enn eitt vist. Landsliðsvenjarin heldur at spælarar í føroysku kappingini hava trupult við at spæla dystir hvørjar tríggjar dagar, men at hetta er vanligt aðrastaðni.

 ##med3##

- Fótbóltssambandið ringdi til mín um dystarflytingina. Eg segði við teir, at tað var ongin trupulleiki at dysturin bleiv spældur týsdagin, men ikki seinni. Eg havi eisini lagt merki til, at feløgini í Føroyum ynska ikki at spæla mikudag og sunnudag. Millum annað tá tað er Evropa, men tað ger eisini at teir ikki hava orku at spæla tveir dystir upp á tríggjar dagar, tí tað er nakað, sum tú skal venja teg við, sigur Lars Olsen.

Av øðrum, so sótu Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson uttanfyri ein part av venjingini. Hallur Hansson hevur trupulleikar við fótinum, meðan Jóan Símun Edmundsson hevur eitt eymt knæ.

##med4##

EM-landsdysturin móti Rumenia verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. In.fo og FM1 hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Atli Gregersen (t.v) og læknin á liðnum, klaksvíkingurin Elmar Ósá, hava okkurt at tosa um

Mynd: (Álvur Haraldsen) Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen og Gunnar Nielsen eru málverjarnir á liðnum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jóannes K. Danielsen, Adrian Justinussen og Magnus Egilsson hita upp