Dystarskráin fyri komandi Premier leauge kappingarár kunngjørd í morgun

Dystarskráin fyri Premier league er júst klár, hon kann hava stóran týdning.

Mynd: sportskeeda

Mynd: sportskeeda

Í morgun gjørdist dystarskráin til komandi kappingarárið av heimsins størstu fótbóltsdeild klár.

Tilsamans eru tað 20 lið í Premier league, tey spæla síðani øll ímóti hvørjum øðrum tvær ferðir, tískil spæla liðini 38 dystir hvør.

Premier league byrjar í ár 9. august 2019, tá ið Liverpool taka ímóti Norwich á Anfield. Premier league endar sostatt 17. mai 2020.

Tað er ein harður og spennandi teinur, sum milliónir av spentum fótbóltsfjepparum fara at leingast eftir alt summar.

Tað ber til at síggja dystarskránna hjá øllum liðunum HER

Kelda: skysports

Mynd: sportskeeda