Dystur í Premier League avlýstur vegna veður

Premier League: Dysturin millum Manchester City og West Ham er avlýstur vegna veður

Tað er avbjóðandi veður í støðum í Evropa í dag. Tað ávirkar millum annað dystir í Premier League og møguliga eisini í Fraklandi.

Dysturin millum Manchester City og West Ham er avlýstur vegna veður. Tað er nógvur vindur og avbera nógv regna, og tí hava partarnir avgjørt at útseta dystin, sum skuldi verða í dag klokkan 16.

Í Fraklandi er upp á tal, at stórdysturin millum Paris Saint Germain og Lyon verður útsettur. Hann skal eftir røttum verða spældur í kvøld, men mynduleikarnir halda eyga við veðrinum, tí tað verður boðað frá vindi upp til 70 metrar um sekundi í París.

Hetta er ikki eitt ókent fyribrigdi í Føroyum, har vit javna hava dystir, ið verða útsettir vegna veður. Tó tykjast vit hava munin í veðrinum í dag!