e-landsliðið: Fáa nú at síggja um vit eru góðir

Heðin Egholm Skov skal umboða Føroyar til EM-undankappingina

Heðin Egholm Skov, fyrsti føroyska eLandsliðsspælarin í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

Heðin Egholm Skov, fyrsti føroyska eLandsliðsspælarin í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

Um vikuskiftið fingu Føroyar sítt fyrsta eLandslið, sum komandi ár skal spæla EM-undankapping. Annar av landsliðsspælarunum er nýklæti FM-vinnarin í eFótbólti, Heðin Skov, og hann er nú spentur at síggja altjóða støði í eFótbólti

- Eg gleði meg til at skula spæla á landsliðnum. Higartil hava vit hildið, at vit eru nokk so góðir, men nú fáa vit also at síggja, um vit eru góðir, sigur Heðin Skov, nýklæktur føroyskur eLandsliðsspælari, í samrøðu við FSF Varpið.

Leygardagin varð finaluumfarið í eFótbólti spælt í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Martin Heldarskarð vann yngra aldursbólkin, meðan Heðin Skov vann kappingina hjá teimum eldru.

Aftaná heiðursmerkja- og steypahandanina fekk FSF Varpið orðið á Heðin Egholm Skov, ið saman við Virgari Trondesen skal manna fyrsta føroyska eFótbóltslandsliðið, sum komandi ár skal spæla EM-undankapping.

##med2##

Heðin Egholm Skov, fyrsti føroyska eLandsliðsspælarin í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

FSF Varpið: Samrøða við Heðin Skov, eLandsliðsspælari