e-Landsliðið: Wales fyrsta mótstøðuliðið

- Italia hevur ein fleirfaldan heimsmeistara á liðnum, so teir eru góðir, og eru nokk eisini favorittar at vinna bólkin

Føroysku e-Landsliðsspælararnir, Virgar Trondesen (v.m.) og Heðin Skov - Mynd: Bjarni Enghamar

Føroysku e-Landsliðsspælararnir, Virgar Trondesen (v.m.) og Heðin Skov - Mynd: Bjarni Enghamar

Skráin fyri, hvussu spælast skal í eEURO 2020 undankappingini eru nú klár. Dystirnir verða spældir 16. og 30. mars, og fyrsta mótstøðuliðið verður Wales.

Mánadagin 16. mars verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tá fyrsti almenni e-landsdysturin, við føroyskari luttøku, verður á skránni. Tað eru Heðin Skov og Virgar Trondesen, ið skulu umboða Føroyar í eEURO 2020 undankappingini. Føroyska e-landsliðið er í bólki H saman við Wales, Andorra, Italia, Montenegro og Ukraina.

Italia hevur heimsmeistara 

Fyrsta umfar verður spælt mánadagin 16. mars, meðan tað seinna verður spælt tvær vikur seinni, mánadagin 30. mars. 

- Italia hevur ein fleirfaldan heimsmeistara á liðnum, so teir eru góðir, og eru nokk eisini favorittar at vinna bólkin. Hini londini kenni eg ikki so nógv til, men hetta sær spennandi og samstundis trupult út. Men vit gleða okkum til kappingina, sigur Heðin Egholm Skov við heimasíðuna hjá FSF.

Kappingin verður skipað soleiðis, at øll limalondini í UEFA eru býtt í 10 bólkar. Nummar 1 í hvørjum bólki vinnur seg beinleiðis víðari til EM-endaspælið, meðan 2’ararnir verða byttir í tveir nýggjar bólkar, við fimm londum í hvørjum bólki. Av teimum fara trý tey fremstu víðari til endaspælið, sum verður í London komandi summar. Enn er ikki avgjørt, hvar føroyska liðið fer at spæla sínar landsdystir.

Skráin:

16. mars 2020

Kl. 16:00 Wales – Føroyar

Kl. 17:00 Føroyar – Andorra

Kl. 18:00 Føroyar – Italia

Kl. 19:00 Føroyar – Montenegro

Kl. 20:00 Føroyar – Ukraina 

30. mars 2020

Kl. 16:00 Føroyar – Wales

Kl. 17:00 Andorra – Føroyar

Kl. 18:00 Italia – Føroyar

Kl. 19:00 Montenegro – Føroyar

Kl. 20:00 Ukraina – Føroyar

Føroysku e-Landsliðsspælararnir, Virgar Trondesen (v.m.) og Heðin Skov - Mynd: Bjarni Enghamar