EB/Streymur tekur spakuliga skap

Nú er miðverjan komin upp á pláss

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við Petur Zachariasen. 24 ára gamli verjuspælarin úr Hvalvík hevur skrivað undir sáttmála fyri 2020. Í gjár gjørdi felagið sáttmála við Andras Olsen, sum somuleiðis er miðverji.

- Petur leikti sín fyrsta dyst fyri EB/Streym í 2015, men tað var í 2017 at hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot. Tað árið gjørdist hann eisini ársins stjørnuskot í felagnum. Petur er miðverji, men hevur sum yngri, eisini leikt nógv sum høgri bakkur. Petur er uppvaksin í felagnum og hevur tilsamans leikt 75 dystir fyri bestaliðið hjá okkum, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.

EB/Streymur er einasta felagið, sum ikki hevur sett venjara fyri 2020. Fyri kortum kom nýggj nevnd til og Nýggjur formaður er Fróði Reinert Petersen. Eyðstein Zachariasen er næstformaður, Rúni Kruse heldur fram sum kassameistari og Tonny Kruse er skrivari. Hinir í nevndini eru Kayo Sørensen, Torfinn Djurhuus og Oddur Ejdesgaard.