EB/Streymur vardi væl í 1. hálvleiki - B36 spældi væl í 2. hálvleiki (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá B36 fegnast um ein væl spældan seinna hálvleik. Jákup Martin Joensen er nøgdur við tað hann sá í fyrra hálvleiki

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fegnast um ein væl spældan seinna hálvleik í Gundadali í dag

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fegnast um ein væl spældan seinna hálvleik í Gundadali í dag

##med2##

B36 leggur trýst á KÍ og NSÍ við 3-0 heimasigrinum á EB/Streymi í dag.

Um 3-0 sigurin á EB/Streymi skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í dag: - Dygst undan steðginum setti Michal Przybylski hol á, og stórar tíggju minuttir eftir steðgin økti vongverjin í vinstru, Alex Mellemgaard, um munin til 2-0. Tá ið ein tími var farin, staðfesti Árni Frederiksberg 3-0 sigurin við brotssparki.

Høvuðsvenjarin hjá B36 er í sínum lagi sera væl nøgdur við seinna hálvleik, har hann heldur, at hansara menn spæla framúr væl. Jákup á Borg viðgongur, at fyrra hálvleikur var strævin at koma ígjøgnum, og tað var forloysandi at fáa mál beint undan steðginum.

Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi er í sínum lagi væl nøgdur við fyrra hálvleik, har hann heldur, at hansara menn bundu væl fyri, og tí kom tað illa við, at teir fingu eitt mál ímóti sær beint undan steðginum. Jákup Martin Joensen viðgongur, at tað bleiv eitt ódnarveður fyrsta korterið av seinna hálvleiki, men hann er glaður fyri, at tað ikki skrædnaði heilt aftaná 3-0 málið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar sum vóru við Jákup á Borg og Jákup Martin Joensen í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1.

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg fegnast um ein væl spældan seinna hálvleik í Gundadali í dag

(Samrøður við Jákup á Borg og Jákup Martin Joensen)