Eden Hazard til Real Madrid

Real Madrid hevur kunngjørt keypið av Eden Hazard

Mynd: (Real Madrid) Heimasíðan hjá Real Madrid hevur kunngjørt, at felagið hevur keypt Eden Hazard. Hann verður á Bernabeu hósdagin

Mynd: (Real Madrid) Heimasíðan hjá Real Madrid hevur kunngjørt, at felagið hevur keypt Eden Hazard. Hann verður á Bernabeu hósdagin

Real Madrid hevur kunngjørt, at felagið hevur keypt Eden Hazard frá Cheslea. Tað hevur leingi ljóðað, at belgiski landsliðsspælarin skal til Real Madrid. Nú er skiftið endaliga staðfest.

Altjóða miðlar skriva, at Eden Hazard er keyptur fyri beint yvir 800 milliónir krónur, men at prísurin kann koma heilt upp á hálva aðru milliard krónur, alt eftir hvussu hann avrikar fyri Real Madrid. Hetta er ikki óvanligt at síggja í hesum tíðum, tá spælararnir skifta.

##med2##

Eden Hazard hevði bara eitt ár eftir av sáttmálanum við Chelsea. Eftir sjey ár í Chelsea verður belgiski bóltsnillingurin nú at síggja í hvítu troyggjuni hjá Real Madrid. Fyri kortum kunngjørdi Real Madrid eisini keypið av áleyparanum Luka Jovic.

Real Madrid er í holt við at kollvelta hópin, eftir eitt avbera vánaligt kappingarár. Felagið hevur ikki megnað at finna ein avloysara fyri Cristiano Ronaldo, men nú er 28 ára gamli Eden Hazard komin til. Tað ljóðar, at Real Madrid millum annað ynskir at selja Gareth Bale.

Mynd: (Real Madrid) Heimasíðan hjá Real Madrid hevur kunngjørt, at felagið hevur keypt Eden Hazard. Hann verður á Bernabeu hósdagin

Eden Hazard náddi at spæla 352 dystir fyri Chelsea, skjóta 110 mál og leggja upp til 92. Hann vann Premier League tvær ferðir, umframt eisini Europa League