EHF: Annika besti málverji í fyrstu tveimum umførunum

Annika Fríðheim Petersen er málverji á "Best 7" liðnum fyri fyrstu tvey umførini í EM-undankappingini - Sí video her

Mynd frá sjónbrotinum hjá EHF EURO á youtube

Mynd frá sjónbrotinum hjá EHF EURO á youtube

Eftir hvørja dystarviku í í undankappingini velur evropiska hondbóltssambandi bestu leikarar á sínum plássum í einum tátti, ið kallast "Best 7".

20 ára gamla Annika Fríðheim Petersen hevur fingið mong rósandi orð fyri sítt avrik ímóti Rumenia sunnudagin. Eitt nú var hon kosin dagsins leikari í Ítrottarsosialinum mánadagin, og nú er hon kosin besti málverji í Best 7.

##med2##

Trýst HER fyri at hoyra Anniku Fríðheim Petersen seta orð á 25-20 tapið ímóti Rumenia sunnudagin.

Annika Fríðheim Petersen er á Best 7-liðnum við nøkrum av stóru stjørnunum í altjóða hondbólti. Millum annað er russiska stjørnan, Anna Vyakhireva, ið millum annað var kosin til besta leikara við seinasta EM-endaspæl, á høgra bakki. Vinstri bakkur er Greta Kavaliauskaite, sum Føroyar hittu - og vunnu á - í desember í fjør.

Best 7 liðið er mannað soleiðis:

Málverji: Annika Fríðheim Petersen - Føroyar

Vinstri vongur: Bo Van De Wetering - Niðurlond

Vinstri bakkur:  Greta Kavaliauskaite - Litava

Miðja: Sonja Frey - Eysturríki

Høgri bakkur: Anna Vyakhireva - Russland

Høgri vongur:  Jovanka Radicevic - Montenegro

Strika: Sladana Pop-Lazic - Serbia

Mynd frá sjónbrotinum hjá EHF EURO á youtube

Trýst her fyri at síggja tær sjey bestu frá øðrum leikdegi í EM-undankappingini