EHF: Elias er ein at halda eyga við

Elias á Skipagøtu Ellefsen hevur sett Føroyar á hondbóltsheimskortið

Evropesiska Hondbóltssambandið hevur á heimasíðuni eina stóra grein um føroyska hondbóltstalentið Elias á Skipagøtu Ellefsen. Hann hevur skift til svenska IK Sävehof og skal í næstum í gongd við skúla og venjing í Svøríki. EHF sigur, at 18 ára gamli Elias á Skipagøtu Ellefsen er ein at halda eyga við.

Les greinina á heimasíðuni hjá EHF við at trýsta HER 

Í greinini fortelur Elias á Skipagøtu Ellefsen um uppvøksturin í Hoyvík, har Hoyvíkshøllin spælir ein stóran leiklut. Her fortelur hann hvussu teir vóru í hornatøkum við hallarvørin, tí teir altíð vóru í høllini og spældu hondbólt.

Hann fortelur eisini um fyrimunin við at kunna skjóta við báðum hondum. Hetta er nakað, sum hann byrjaði at venja, eftir at Peter Krogh kom til H71. Hann hevur somu eginleikar og hetta gevur einum hondbóltsspælara stórar fyrimunir, tá hann skal skjóta.

At enda sigur Elias á Skipagøtu Ellefsen, at stóra málið nú er at koma til EM-endaspælið í 2024 við føroyska landsliðnum. Hann heldur fyri, at samansetingin og dygdirnar á landsliðnum eru til at tað ber til. Elias á Skipagøtu Ellefsen er nú 18 ára gamal og hevur flutt til Svøríki, har hann nú skal ganga í skúla og spæla við besta liðnum hjá IK Sävehof, sum er eitt topplið.

##med2##

Mynd: (Harald Bjørgvin) Her sæst síðan hjá EFH við grein um Elias. Myndina av hoyvíkinginum eigur Harald Bjørgvin