EHF: - Føroyar eru mest áhugaverdar

Evropiska hondbóltssamgongan er hugtikin av føroyskum ungdómshondbólti og vísir sjónbrot úr Vágsbotni á heimasíðu síni

Bragdið hjá U17-landsliðnum í hondbólti vekir framvegis ans úti í heimi (Mynd: Harald Bjørgvin)

Bragdið hjá U17-landsliðnum í hondbólti vekir framvegis ans úti í heimi (Mynd: Harald Bjørgvin)

Føroyar eru nummar 14 á styrkislistanum fyri evropiskan ungdómshondbólt í ár.

Les eisini:

Føroyar mettar sum nummar 14 í Evropa

Evropiska hondbóltssambandið hevur ikki latið hetta farið fram við, og í grein um hendan styrkislistan verður sagt at mest áhugaverda søgan í summar er úrslitið hjá Føroyum.

Á heimasíðu síni, eurohandball.com, verður greitt frá, at tá ið U17-dreingirnir vunnu European Open, var finaludysturin vístur á stórskiggja í Havn.

At enda skrivar eurohandball.com at móttøkan í Føroyum var eins glæsilig, við vatnkanónum, ið gjørdu portur fyri flogfarinum.http://www.eurohandball.com/article/33147

Í greinini, sum kann lesast við at trýsta HER, sæst eisini sjónbrot av trappuní í Vágsbotni, har finaludysturin var vístur.

Bragdið hjá U17-landsliðnum í hondbólti vekir framvegis ans úti í heimi (Mynd: Harald Bjørgvin)