Ein føroyingur aftrat er í superliguni

Vejle hevur í kvøld vunnið seg aftur í bestu deildina í Danmark

Í góða summarveðrinum í Nørreskóginum hevur Vejle Boldklub í kvøld tryggjað sær rættin næsta kappingarár at spæla í superliguni.

Vejle vann 1-0 á heimavølli ímóti NFA, sum er Nykøbing Falster Alliancan. Málið varð skorað í seinna hálvleiki. Úrslitið í kvøld ber við sær, at tað er greitt, at Vejle hevur vunnið næstbestu deildina.

Ein føroyskur landsliðsspælari er í Vejle. Tað er Viljormur Davidsen, sum nú flytur upp aftur í superliguna. Viljormur og Vejle fluttu fyri einum ári síðani niður úr bestu deildini.

Viljormur hevur ikki so ofta seinastu tíðina verið millum teir fyrstu ellivu. Soleiðis var tað eisini í kvøld, tá ið Viljormur Davidsen var millum eykamenninar. Hann var á vøllinum allan seinna hálvleik.

Hetta kappingarárið hevur Hallur Hansson, liðformaðurin í AC Horsens, verið einsamallur føroyingur í bestu donsku deildini. Nú er tað greitt, at tað í minsta lagi vera tveir føroyingar í superliguni næsta kappingarár – Hallur Hansson og Viljormur Davidsen.