Ein góð kapping men súrt at missa gullið (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan, Suna Juul Pedersen, venjaran, Bárður Bendix Mikkelsen og formannin í FBF, Magnus Tausen taka samanum EM-kappingina

Føroyski landsliðsvenjarin, Bárður Bendix Mikkelsen sigur seg hava lært nógv í EM-kappingini fyri smátjóðir

Føroyski landsliðsvenjarin, Bárður Bendix Mikkelsen sigur seg hava lært nógv í EM-kappingini fyri smátjóðir

##med2##

Ein væl fyriskipað EM-kapping í mansflogbólti fyri smátjóðir er liðug, og tað eru nógvir lutir hjá liðskiparanum, Suna Juul Pedersen, venjaranum, Bárði Bendix Mikkelsen og formanninum í FBF, Magnusi Tausen at fegnast um.

Bara tað loksins aftur at fáa eina altjóða kapping fyri A-landslið hjá monnum í Føroyum aftur aftaná at hava bíðað í 30 ár er stórt og gott í sær sjálvum.

Menn eru eisini nøgdir við, at føroyska liðið reisti seg væl í dag móti Íslandi aftaná skuffandi 1-3 tapið móti Skotlandi ígjár, ið gjørdi, at Føroyar vunnu silvur og ikki gull.

Høvdu Føroyar vunnið 3-0 á Íslandi høvdu vit vunnið gull, men annað settið sum Ísland vann 25-21 kostaði gullið. 

Fyri Suna Juul Pedersen og Bárð Bendix Mikkelsen er tað súrt at staðfesta, at Føroyar vóru á odda 21-16, og so vann Ísland níggju bóltar á rað og fór við settinum.

Bárður Bendix Mikkelsen leggur eisini dent á, at fyri hann og venjaratoymið var tað eisini virðismikið at fáa staðfest hvørji ting eru góð, og hvørjir manglar eru í hjá føroyska liðnum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Suna Juul Pedersen, Bárður Bendix Mikkelsen og Magnus Tausen. 

HER  ber til at hoyra Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum í dystinum og steypahandanina. Jens Heri Bolstad Mortensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

Føroyski landsliðsvenjarin, Bárður Bendix Mikkelsen sigur seg hava lært nógv í EM-kappingini fyri smátjóðir

(Samrøður: Suni Juul Pedersen, Bárður Bendix Mikkelsen og Magnus Tausen)