Ein ovurfegin ÍSF-aðalskrivari og pápi (FM1)

(FM1) Hoyr Petur Mittún, royndan hondbóltsvenjara og pápa Paula Mittún saman við Sjúrði H. Hoydal seta orð á ótrúliga føroyska avrikið

Petur Mittún kundi stórfegnast saman við hinum føroyingunum í Gibraltar um sigurin hjá føroyska U17 manslandsliðnum (Mynd: Hans Kristian Hansen)

Petur Mittún kundi stórfegnast saman við hinum føroyingunum í Gibraltar um sigurin hjá føroyska U17 manslandsliðnum (Mynd: Hans Kristian Hansen)

##med2##

Aftaná yvir 50 føroyingar í Gibraltar høvdu saman sæð minniliga gulldystin í Gøteborg á stórskíggja setti FM1 og in.fo Peturi Mittún og Sjúrði H. Hoydal stevnu til eina stutta samanumtøku uppá minniligu European Open kappingini, ið føroyska U17 manslandsliðið stóð fyri við at vinna ein knúsandi 36-29 sigri á vertstjóðini, Svøríki.

Petur Mittún, ÍSF-aðalskrivari er gamal hondbóltsspælari, royndur hondbóltsvenjari og pápi Paula Mittún, ein av gullvinnarunum hjá føroyska U17 manslandsliðnum, og hann er ovurfegin um sigurin og góða føroyska avrikið: - eg var róligur áðrenn dystin, sigur Petur Mittún. 

Petur Mittún er hugtikin av hvussu U17 manslandsliðið onkuntíð er fallið í fátt tá løtur hava verið við mótgangi, og tað hevur riðið um snarið, sum í tí sera avgerandi dystinum móti Ungarn ígjár. Hann gleðir seg at fáa orðið á sonin, Paula og ynska honum hjartaliga tillukku við gullinum í European Open. Petur heldur eisini, at avrikið hjá U17 manslandsliðnum er ein góður íblástur til føroyska oyggjaleikahópin.

Sjúrður H. Hoydal, ið eisini var millum føroyingarnar sum saman hugdu eftir dystinum í Gibraltar slær fast, at tað sum er hent er risastórt, og hann gleðir seg til at fara at lesa hvat útlendskir hondbóltsmiðlar fara at skriva um fantastiska føroyska avrikið í European Open kappingini.  

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevur gjørt við Petur Mittún og Sjúrð H. Hoydal. 

Petur Mittún kundi stórfegnast saman við hinum føroyingunum í Gibraltar um sigurin hjá føroyska U17 manslandsliðnum (Mynd: Hans Kristian Hansen)

(Samrøða við Petur Mittún og Sjúrð H. Hoydal)