Ein rimmar byrjan legði botn undir tryggan heimasigur (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B36 taka samanum 3-0 heimasigurin á AB

Jákup á Borg og hansara menn í B36 eru komnir væl frá byrjan við tveimum sigrum

Jákup á Borg og hansara menn í B36 eru komnir væl frá byrjan við tveimum sigrum

##med2##

 

B36 er komið væl frá landi í Betrideildini við seks stigum í tveimum teimum fyrstu dystunum.

Í dag vann B36 greiðan 3-0 sigur á AB á heimavølli. Tvey tey fyrstu málini komu fyrsta stóra korterið. Málið til 3-0 kom í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

B36 – AB 3-0 (2-0)

1-0: sjálvmál

2-0: Árni Frederiksberg

3-0: Meinhard E. Olsen

Høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg staðfestir, at tað var týðandi, at liðið fekk so góða byrjan á dystinum. Jákup heldur, at fyrsti hálvi tímin var framúr góður hjá heimaliðnum, men so flatnaði tað nakað út seinni í dystinum. Jákup er eisini fegin um, at verjuskansin, Sonni Ragnar Nattestad er komin so væl frá byrjan tvey tey fyrstu umførini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup á Borg fyrr í kvøld. 

##ms##

Jákup á Borg og hansara menn í B36 eru komnir væl frá byrjan við tveimum sigrum

(Samrøða við Jákup á Borg)