Ein risastór avbjóðing, men vit eru til reiðar

Sonni Larsen er bjartskygdur men varðin áðrenn dystin ímóti Montenegro í kvøld

Sonni Larsen greiðir Jónasi G. Djurhuus og Helga H. Hoydal frá hvussu teir skulu leypa á montenegrisku 5-1 verjuna

Sonni Larsen greiðir Jónasi G. Djurhuus og Helga H. Hoydal frá hvussu teir skulu leypa á montenegrisku 5-1 verjuna

 

In.fo hittir Sonna Larsen, landsliðsvenjara, áðrenn venjingina í Farum Arena mikudagin.

Landsliðið hevur ferðast í allan dag, og venjan viðgongur at hann kundi hugsað sær at verið farin niður nakað áðrenn, serliga fyri at havt møguleikan at spælt ein venjingardyst ímóti onkrum donskum felagi, soleiðis sum landsliðið hevur gjørt undan hinum báðum uttanlandsferðunum í undankappingini.

-Men vit klaga ikki, staðfestir landsliðsvenjarin, og viðurkennir at karmarnir eru ikki teir bestu orsakað av fíggjarligu avbjóðingunum við at spæla heimadystirnar í Danmark, áðrenn hann ger púra greitt at hann væntar ikki at hetta fer at hava nakran týdning ímóti Montenegro hóskvøldið.

Kortini hevur landsliðið fyrireikað seg óvanliga væl til hesar seinastu undankappingardystirnar. Allir leikarar hava verið í Føroyum í trý vikuskifti av seinastu fýra og vant væl.

At hava so drúgvar fyrireikingar til eina landsliðsferð er sera óvanligt í altjóða hondbólti, og Sonni Larsen greiðir frá, at hvørki montenegrar ella danir hava møguleikar til tað.

-Tað skulu vit gagnnýta, ger Sonni Larsen púra greitt eins og hann fegnast um at kunna nýta tætta sambandið í føroyskum hondbólti til ein fyrimun.

Tað eru ikki bara teir 16 leikararnir, sum eru við á ferðini, ið hava vant seinastu vikurnar. 30 leikarar hava verið til landsliðsvenjingarnar, og hetta gav eisini ein fyrimun tá ið ein skaði kom fyri.

Hilmar Leon Jakobsen fekk ein skaða mánadagin og Eirikur Simonsen var kallaður inn í seinastu løtu. Hann var, millum annað orsakað av venjingunum, fult til reiðar at hjálpa liðnum.

-Fyrst og fremst er tað ómetaliga synd í Hilmari, leggur Sonni Larsen fyri. Hann spældi sera væl við kappingarenda, og eg vænti at hann kundi bjóðað av ímóti Montenegro og Danmark. Tað er synd í honum, men eg eri vísur í at hann kemur sterkt aftur eina aðru ferð, sigur Sonni Larsen, ið eisini ger greitt at hann er púra tryggur við at Eirikur Simonsen skal lyfta uppgávuna, og leggur afturat at Føroyar hava nógvar góðar vinstru bakkar.

Taktisku fyrireikingarnar eru framvegis tær somu, har tað í mun til dystin ímóti Montenegro í oktober, verður arbeitt við at finna loysnir ímóti 5-1 verjuni hjá Montenegro.

5-1 verjan hjá Montenegro er ótrúliga væl eydnað, heldur Sonni Larsen, og leggur afturat at mótstøðumenninir vóru sera góðir í sigrinum ímóti Danmark í apríl mánaði.

-Tað verður ein risastór avbjóðing, og eg vóni at vit hava røttu loysnirnar, sigur venjarin, áðrenn hann tekur fram montenegriska málverjan, Nebojsa Simic, sum var púra avgerandi í sigrinum á Danmark.

 

Dysturin ímóti Montenegro er seinasti heimadysturin í hesi undankappingini, sum jú hevur verið merkt av at Føroyar hava havt heimavøll trimum donskum býum.

-Tað hava verið ótrúliga góðar upplivingar fyrst og fremst og stuðulin frá áskoðarunum hevur verið sera góður, sigur Sonni Larsen. Venjarin greiðir frá, at hetta gevur leikarunum eina góða orku, og at hann væntar at hetta endurtekur seg hóskvøldið.

-Kundi tað verið enn feitari at spælt í Føroyum?, spyr venjarin retoriskt og svarar sjálvur: -Ja tað kundi tað.Venjingin mikudagin í Farum Arena snýr seg bæði um at fáa eina góðu kenslu av umstøðunum og at enn einaferð venja hvussu liðið skal verja ímóti tá ið Montenegro leggja krossar til høgra bakkarnar hjá sær.

Tað er eisini eitt betri montenegriskt lið enn í heyst, ið Føroyar skal spæla ímóti hóskvøldið. Hugburðurin verður óivað betri hjá teimum heldur Sonni Larsen, og greiðir frá at seinast nýttu mótstøðumenninir bara dystin sum ein venjingardyst. -Tann fyrimunin vænti eg ikki vit fáa aftur.

Men venjarin er bjartskygdur, og væntar eitt gott føroyskt avrik. Kortini heitir hann á fólk at minnast til at Montenegro er eitt sera sterkt landslið, og hetta sást ikki minst tá ið liðið vann á donsku heimsmeistarunum í apríl.

Sonni Larsen greiðir frá, at tað, ið eyðkennir montenegrisku leikararnir er, at teir spæla øgiliga hart, og at teir hava fingið nógv stór úrslit seinastu árini. Umframt seinasta sigurin ímóti Danmark spældi Montenegro seg eisini í EM-endaspælið í Kroatia í 2018, eftir at teir í undankappingini millum annað vunnu á Svøríki.

-Tað verður ein risastór avbjóðing, men vit gera okkara besta og eg eri vísur í at leikararnir fara at stríðast, sigur Sonni Larsen at enda.

Sonni Larsen greiðir Jónasi G. Djurhuus og Helga H. Hoydal frá hvussu teir skulu leypa á montenegrisku 5-1 verjuna