Ein rutsjibanatúrur hjá Neistanum sum endaði væl (FM1)

(FM1) Hoyr dramatiska dystarendan Kyndil-Neistin 21-22 (10-11), og hoyr neistavenjaran, Kára Horn seta orð á hálvfinalusigurin

Savnsmynd

Savnsmynd

##med2##

Neistakvinnur hava fyrimunin undan seinnu/aðru FM-hálvfinaluni móti kyndilskvinnum í høllini á Hálsi týskvøldið klokkan 18.

Neistin vann 22-21 á Kyndli, ið orsaka av FM-finalunum í flogbólti mátti spæla heimadystin í dag í høllini í Kollafirði. Bara 50 áskoðarar vóru til hálvfinaluna, ið er sjáldsama lágt tal til eina hálvfinalu.

Kyndil-Neistin 21-22 (10-11)

Toppskjúttar Kyndil: Súna K. Hansen 6, Nadja Pejovic 5 og Turið Arge Samuelsen 4.

Toppskjúttar Neistin: Marjun F. Danberg 6, Stina Madsen 6 og Ingunn Kristina Persson 4.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dramatiska dystarendanum.

2) Hoyr eina stutta telefonsamrøðu við venjaran hjá Neistanum, Kára Horn sum heldur, at dysturin var ein sannur rutsjibanatúrur, ið endaði væl hjá Neistanum. 

FM1 sigur beinleiðis frá aðru/seinnu hálvfinaluni millum Neistan og Kyndil, ið byrjar týskvøldið klokkan 18.

Savnsmynd

(Kyndil-Neistin 21-22 (10-11) - hoyr dystarendan og stutta samrøðu við Kára Horn