Ein spælari er í sóttarhaldi

B68 hevur alt at vinna, tá ið toftamenn seinnapartin fáa vitjan úr Klaksvík

Aleksandur Ó. Jensen er liðformaður í B68

Aleksandur Ó. Jensen er liðformaður í B68

Fyri fyrstu ferð síðani 2016 fer B68 seinnapartin at royna seg í fremstu røð. Gestur á Svangaskarði verður KÍ.

KÍ vann 3-0, tá ið hesi bæði liðini 16. januar spældu fyrsta venjingardystin í ár. Tað var eisini á Svangaskarði.

Avrikini og úrslitini seinastu árini leggja upp til, at KÍ er roknað at vera favorittur, og at B68 harvið hevur alt at vinna og KÍ alt at tapa. Tað er tó partur av roknistykkinum, at KÍ sammett við í fjør hevur fleiri nýggjar spælarar á liðnum, sum tískil neyvan er heilt samanspælt, og tað kann fara at vísa seg at vera møguleikin hjá B68, sum eisini hevur fleiri nýggjar spælarar á liðnum.

Áhugavert er tað, at Lukasz Cieslewicz og Steffan A. Løkin eru nýggir í framrættaðum ódnum og skulu syrgja fyri tyngd í B68 álopspartinum saman við Andri Benjaminsen, sum í fjør var toppskjútti í næstbestu deildini.

Í Klaksvík er Árni Frederiksberg ein av nýggju monnunum. Hann hevur í venjingardystunum víst seg at vera so stak væl upplagdur og málsøkin. Í venjingardystunum hevur hann skorað seks mál, og Jóannes Bjartalíð hevur skorað fimm mál.

Ein av nýggju monnunum hjá KÍ hevur ikki vant við nýggju liðfeløgunum. Hann kom til Klaksvíkar í vikuni og hevur sitið í sóttarhaldi. Talan er um Daniel Björkman. Hjá KÍ eru Jesper Brinck og Ivar S. Rønning skaddir, og tað er ivasamt, um Jonn Johannesen, Dávid Langgaard og Jasper Van Der Heyden eru førir fyri at spæla.

Hjá B68 eru Høgni Madsen og Hjarnar Johansen skaddir, og so er tað ivasamt, um Jann Ingi Petersen, Hjalti Strømsten og Helgi Johannesen eru førir fyri at spæla.

B68 – KÍ: Rúni Olsen kl. 16.00.

Aleksandur Ó. Jensen er liðformaður í B68