Ein stórsigur gevur Svøríki eina betri styrkismeting til EM 2020

Svøríki hevur vunnið seg í EM-endaspælið 2020, men teir hava kortini nógv at vinna í styrkismetingini við at vinna stórt á Føroyum

Svenskarar ætla sær enn ein stórsigur á Føroyum fyri at halda seg í styrkisbólki 3 til lutakastið til EM-endaspælið komandi summar

Svenskarar ætla sær enn ein stórsigur á Føroyum fyri at halda seg í styrkisbólki 3 til lutakastið til EM-endaspælið komandi summar

Onkur andaði kanska lættan tá hann frætti ígjár, at Svøríki longu hevur vunnið seg í EM-endaspælið komandi summar aftaná flotta 2-0 sigurin hjá Svøríki á Rumenia í Bukarest ígjár.

Men vónin um, at føroyska landsliðið kann møta einum svenskum liði, ið kann taka tað meira róligt á Friends Arena í Solna uttanfyri Stokkhólm, tá svenska liðið møtir Føroyum mánakvøldið klokkan 19.45 er ikki til staðar.

Tí svenska liðið hevur veruliga nógv at spæla fyri sambært stóra svenska blaðnum, Expressen.

Munurin millum ein tepran svenskan sigur ella ein svenskan stórsigur á Føroyum á Friends Arena mánakvøldið ger sambært Expressen stóran mun fyri styrkismetingina hjá Svøríki til lutakastið til EM-endaspælið komandi summar. 

24 lond taka lut í EM-endaspælinum, og verður talan um seks innleiðandi bólkar við fýra liðum í hvørjum bólki. 

Sambært Expressen verður styrkismetingin til lutakastið til komandi EM-endaspælið hendan:

Styrkisbólkur 1: Undanbólkavinnarar styrkismettir 1-6.

Styrkisbólkur 2: Undanbólkavinnarar styrkismettir 7-10, og tveir teir bestu tvey´arnir frá undankappingini.

Styrkisbólkur 3: Tvey´arnir frá undankappingini, styrkismettir 3-8.

Styrkisbólkur 4: Tvey´arnir frá undankappingini, styrkismettir 9-10 og teir fýra vinnararnir frá Nations League kappingini.

Í skrivandi stund er Svøríki áttandibesti tvey´arin í EM-undankappingini.

Tí hevur tað sambært Expressen stóran týdning, at Svøríki vinnur stórsigur á Føroyum mánakvøldið, so liðið kann halda seg inni í styrkisbólki 3. Vinnur Svøríki ein tepran sigur, ella Føroyar fremja eina Landskrona-sensasjón í Stokkhólmi, so er møguleikin til staðar, at Svøríki dettur niður í styrkisbólk 4.

So tað verður eitt tendrað svenskt lið Føroyar møta mánakvøldið klokkan 19.45, ið ikki fer at síggja uppá EM-undankappingardystin móti Føroyum sum ein venjingardyst, men sum ein týdningarmiklan dyst.

Lutakastið til EM-endaspælið verður í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest 30. november.

Play Off-dystirnir í Nations League vera spældir í mars komandi ár. 

 

 

 

Svenskarar ætla sær enn ein stórsigur á Føroyum fyri at halda seg í styrkisbólki 3 til lutakastið til EM-endaspælið komandi summar