- Ein stórur fongur: Marianna og Magna í nýtt felag

Danska hondbóltsfelagið, HIK, fær tveir føroyingar í hópin komandi kappingarár

Mariann Geirsdóttir Eystberg í dysti ímóti Norðumakedónia í 2018

Mariann Geirsdóttir Eystberg í dysti ímóti Norðumakedónia í 2018

Danska hondbóltsfelagið, HIK úr Hellerup, sum spælir í donsku 2. deild, kunngjørdi í gjár avtalu við føroysku Magnu Tórðardóttir.

Fyrr í summar kunngjørdi HIK eisini avtalu við Marionnu Geirsdóttir Eystberg.

Tær báðar eru uppvaksnar í Kyndli, og spældu farna kappingarár báðar við  næstbesta liðnum hjá AJAX København. Nú hava tær so gjørt avtalu við HIK.

Magna Tórðardóttir er 21 ára gomul, spælir høgri vongur og hevur verið í donskum hondbólti í nøkur ár, har hon hevur gingið á hondbóltsskúla. Hon hevur verið partur av ungdómslandsliðum, og var millum annað kosin besti høgri vongur, tá ið føroyska U19-landsliðið vann Challenge Trophy-kappingina í 2016.

Úr savninum: U19: Føroyar vunnu Women’s Trophy (2016)

Marianna Geirsdóttir Eystberg er 22 ára gomul, spælir vinstri bakkur, og var eitt nú kosin til ársins leikara í føroyskum hondbólti eftir kappingarárið 2018/2019, har hon eisini var toppskjútti. Hon hevur eisini drúgvar royndir av ungdómslandsliðum, og hevur seinastu árini verið føst fús á A-landsliðnum eisini. Har hevur honn skotið 24 mál í níggju dystum*

Úr savninum: Ársins leikarar: Marianna og Rasmus

##med2##

Í HIK fegnast tey um føroyska styrkin á facebookvanga sínum.

Har sigur venjarin, Thomas Brønd, millum annað soleiðis um Magnu Tórðardóttir:

- Eg eri sera glaður fyri at fáa Magnu til HIK. Hon hevur nakrar sera hvassar eginleikar, rennur ovurskjótt fram á vøllin, og skjýtur væl úr horninum. Eg veit harafturat, at Magna leggur dent á somu virðir, sum vit í felagnum. Eg eri vísur í, at hetta verður eitt spennandi samstarv, sum vit kunnu gleða okkum til í komandi kappingarári.

Magna sjálv sigur við felagið, at hon gleðir seg til nýggju avbjóðingarnar í góða venjingarumhvørvinum og góðu umstøðunum í felagnum, har hon kann menna seg enn meira sum leikara.

Um Marionnu Geirsdóttir Eystberg sigur venjarin soleiðis:

- Eg havi havt eitt gott og drúgt samskifti við Marionnu, ov vit eru samd um, at HIK er rætta stigið hjá henni at taka.

- Tað er veruliga ein flottur styrkur vit fáa við Marionnu. Eg eri ótrúliga glaður fyri at tað hevur eydnast okkum, Eg síggi Marionnu sum ein stóran fong fyri okkum í HIK, sigur venjarin á facebookvanganum hjá HIK.

Har sigur Marianna sjálv, at hon eisini gleðir seg til avbjóðingina, og góða venjingarumhvørvið og umstøðurnar.

- Eg gleði meg at gerast partur av einum ungum, málsinnaðum HIK-liðið, sum ætlar sær at spæla við har tað er stuttligt.

*Hagtøl: Ásbjørn Nielsson Nattestad

Mariann Geirsdóttir Eystberg í dysti ímóti Norðumakedónia í 2018

Magna Tórðardóttir við steypinum frá Challenge Trophy sigrinum í 2016