Einar aftur á vøllinum

Fyri fyrstu ferð í ár spældi Einar Tróndargjógv við NSÍ

Mynd: (Álvur Haraldsen) Einar Tróndargjógv var aftur á vøllinum fyri NSÍ í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Einar Tróndargjógv var aftur á vøllinum fyri NSÍ í ár

Fyri fyrstu ferð síðani seinasta umfar í fjør, var Einar Tróndargjógv at síggja á besta liðnum hjá NSÍ í gjár. Hann spældi allan dystin á vinstra bakki, tá NSÍ og HB spældu javnleik 1-1.

Einar Tróndargjógv hevur í summar súkklað við Team Rynkeby Føroyum til París. Í tí sambandi segði hann í samrøðu, at hugurin til fótbólti ikki hevði verið so góður í seinastuni, men at hann nú ætlaði sær í gongd aftur.

##med2## 

Hann hevur síðani vant við besta liðnum og spælt tveir dystir við næstbesta liðnum. Í gjár vóru boð eftir sterka bakkinum, tá bæði Pætur Hentze og Búi Egilsson sótu uttanfyri. Pætur Hentze ein drúgvan skaða, meðan avloysarin í Jann Benjaminsen í gjár bleiv fluttur fram á vongin, har hann avloysti Búa Egilsson, sum hevði leikbann. 

Einar Tróndargjógv er 31 ára gamal og hevur spælt yvir 300 dystir fyri besta liði hjá NSÍ. NSÍ spælir aftur mikukvøldið og tá hevur Bárður J. Hansen leikbann. Tí er líkt til, at Einar Tróndargjógv aftur verður a liðnum, um dysturin í gjár ikki fór ov illa við honum. 

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Einar Tróndargjógv var aftur á vøllinum fyri NSÍ í ár