Eingi miðlafólk sleppa til HM í manshondbólti

Bert miðlafólk hjá fyriskiparunum sleppa til dystir í HM-endaspælinum í manshondbólti, ið verður í Egyptalandi hesaferð

Eingi miðlafólk uttan tey hjá fyrireikarunum sleppa til dystir í HM-endaspælinum í manshondbólti

Eingi miðlafólk uttan tey hjá fyrireikarunum sleppa til dystir í HM-endaspælinum í manshondbólti

Nógvir hondbóltshugaðir føroyingar gleða seg til HM-endaspælið í manshondbólti, ið verður í Egyptalandi millum 13. og 31. januar.

HM-endaspælið verður tó uttan miðlafólk. Fyrireikararnir boða nú frá, at eingi miðlafólk, hvørki egyptisk ella útlendsk sleppa til dystirnar í HM-endaspælinum.

Orsaka av korona-vandanum var eisini avgerð tikin um, at eingir áskoðarar sleppa til dystirnar. Borið var uppá mál, at loyva einum áskoðarakapasiteti uppá 20 prosent, men tað bleiv av ongum.

Bert miðlafólk, ið eru partur av fyrireikingar-bobluni sum tað verður nevnt sleppa til dystir. Tað eru miðlafólk hjá fyrireikingarnevndini og hjá altjóða hondbóltssambandinum.

Sostatt verður tann dekningurin vit høvdu glett okkum til á teimum norðurlendsku sjónvarpsmiðlunum, sum DR, TV2, RÚV o.ø. allur úr studionum. Hetta ger tað torførari hjá miðlunum at hava upptaktssamrøður og eftirdystarsamrøður við spælarar og venjarar, men soleiðis eru treytirnar í hesum døgum. 

HM-endaspælið byrjar mikudagin klokkan 17 tá vertstjóðin. Egyptaland spælir móti Chile. 

Egyptar høvdu glett seg til ein veruligan heimavallarfyrimun við larmandi áskoðarum, men hann hava teir so mist. 

 

 

Eingi miðlafólk uttan tey hjá fyrireikarunum sleppa til dystir í HM-endaspælinum í manshondbólti