Eingin landsdystur

HSF er júst komið við kunning um, at eingin landsdystur verður í kvøld

HSF skrivar á heimasíðu sínari:


Eingin landsdystur

 

Hóast dysturin ikki alment er avlýstur av EHF enn, kann HSF staðfesta, at eingin landsdystur verður í Høllini á Hálsi í kvøld.

Koronasmitta var staðfest í kekkiska hópinum í gjárkvøldi, og ferðalagið fer av landinum seinnapartin í dag.

Strongu mannagongdirnar eru fylgdar síðani kekkar komu til landið við egnum flogfarið seint seinnapartin í gjár. Tað merkir at ferðalagið hevur hildið seg fyri seg sjálvt bæði á flogvøllinum, í bussinum og á hotellinum. HSF er í tøttum samskifti við heilsumyndugleikarnar og EHF.

Meira kunning seinni í dag.