Eingin slingur í valsinum hjá NSÍ

Ungur málskjútti heldur, at hann átti at havt skorað fýra mál

NSÍ syrgdi við 3-0 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi í góðveðrinum í kvøld fyri, at teir gulu eiga fulla úrtøku eftir tvey tey fyrstu umførini.

-Vit hava vunnið á heimavølli ímóti TB og á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað eru vit sjálvandi nøgdir við, men vit vita, at tað bíða torførar avbjóðingar, tá ið vit av álvara skulu vísa, at tað er sjálvsagt, at vit skulu kappast um plássini heilt frammi í toppinum, tá ið alt verður avgjørt.

Tað sigur 20 ára gamli Aron Knudsen. Hann hevur verið millum teir fyrstu ellivu bæði ímóti TB og í kvøld ímóti EB/Streymi, og tað er staðfesting av, at hann fyri fyrstu ferð hevur vunnið sær fast pláss á liðnum.

Tað vóru yngru menninir, sum í kvøld skoraðu NSÍ málini. 21 ára gamli Mórits Heini Mortensen hevur vunnið pláss millum teir fyrstu ellivu, og longu í sjeynda minutti setti hann hol á, eftir at Jann S. Benjaminsen hevði spælt hann leysan.

Heimamenninir vóru ikki tryggir á bóltinum fyrstu løtuna, og tað kostaði nógv, tá ið teir lorkaðu bóltin burtur í uppspælinum. Soleiðis var tað í miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið NSÍ økti um munin til 2-0. NSÍ vann bóltin av EB/Streymi á heimahálvuni, og nøkur sekund seinni hevði Petur Knudsen spælt yngra beiggjan, Aron, púra leysan og so var 2-0, og spurningurin var nú, hvussu stórur NSÍ sigurin fór at verða.

NSÍ hevur ofta vunnið stórt á útivølli ímóti EB/Streymi. Sigurin í kvøld var sannførandi, men hann var ikki so stórur, sum hann viðhvørt hevur verið.

-Eg kundi havt skorað trý ella fýra mál, tí viðspælararnir spældu upp til góðar málmøguleikar, sum ikki vórðu umsettir til tað, sum teir kundu havt verið, sigur Aron Knudsen.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Petur Knudsen 3-0 NSÍ sigurin við brotssparki, sum heimaliðið óneyðugt gjørdi í ikki serliga vandamiklari støðu.

-Tað var spell, at teir akkurát tá øktu um munin til 3-0, tí fyrsta stóra korterið eftir steðgin vóru vit væl við og tryggari á bóltinum, enn vit vóru serliga fyrra partin av fyrra hálvleiki, sigur Andras Olsen.

Hann er liðformaður og hevur leingi verið skaddur. Í dag var hann frá fyrsta bríksli á beinkinum, men hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin. Tá fór Hjalti Kárason Djurhuus úr miðverjuni og fram á miðvøllin, meðan Andras fór í miðverjuna.

-Vit vóru væl nøgdir við avrikið, tá ið vit taptu 1-0 ímóti HB í Gundadali, men vit iðraðu okkum um úrslitið, tí vit kundi havt vunnið úrtøku, um tað vildi væl við. Uttan mun til hvørjum vit spæla ímóti, so vóna og ætla vit okkum at vinna sigrar og stig. Tað gjørdu vit eisini í dag, og í dag var munurin størri, enn hann var fyri viku síðani. Vit leggja ikki kongin, men bjóða av aftur leygardagin, tá ið vit fáa vitjan av TB, sigur Andras Ó. Olsen.

NSÍ hevur eftir tvey tey fyrstu umførini seks stig og málmunin 6-1. NSÍ skal í triðja umfari spæla á útivølli ímóti Víkingi.

EB/Streymur hevur eftir tvey tey fyrstu umførini ikki vunnið nakað stig. Málmunurin er 0-4.

 

EB/Streymur – NSÍ 0-3 (0-2)

0-1: Mórits Heini Mortensen 7.

0-2: Aron Knudsen 25. 

0-3: Petur Knudsen br 63.

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur – NSÍ 0-3 (0-2)

0-1: Mórits Heini Mortensen

0-2: Aron Knudsen

0-3: Petur Knudsen br

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: Rói Zachariassen – Ragnar B. Danielsen, Petur Zachariassen, Hjalti K. Djurhuus, Bjarni Petersen (Gutti Dahl-Olsen, 66.), Magnus Jarnskor – Teitur D. Olsen, Símun Sólheim, Rói H. Olsen (Andras Ó. Olsen, 46.), Tóki H. Johannesen – Niklas T. Kruse (Mikkjal Hellisá, 87.)

Gult kort: Teitur D. Olsen, Ragnar B. Danielsen

Venjari: Jákup Martin Joensesn

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Aron Knudsen (Salmundur Bech, 83.), Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (Pætur T. Skipanes, 87.), Jann S. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen (Búi Egilsson, 83.)

Venjari: Glenn Ståhl