Einki arbeiðsloyvi: Høvðusungdómsvenjari hjá HB er givin

Samstarvið millum íran Christopher Harrington og HB er endað, tí hann fær ikki arbeiðisloyvi

Samstarvið millum íran Christopher Harrington og HB er endað – áðrenn tað rættuliga kom í gongd. Christopher Harrington varð settur sum høvuðsungdómsvenjari og venjari hjá Betri kvinnum, og kom til Føroya beint eftir nýggjár, skrivar heimasíðan hjá HB.

Arbeiðsloyvi hansara var ikki klárt og er tað framvegis ikki. Aftaná nakrar vikur her, valdi Christopher Harrington at fara aftur til Írlands at bíða til hansara arbeiðsloyvi varð klárt, so hann kundi fara undir arbeiðið. Christopher Harrington gjørdi tá vart við, at hann var ónøgdur um at arbeiðsloyvið ikki var klárt og hann var eisini misnøgdur við onnur viðurskifti í móttøkuni av honum, skrivar heimasíðan.

Christopher Harrington hevur nú boðað frá, at hann ikki ynskir at koma aftur. HB tekur hetta til eftirtektar, og hevur loyst hann úr sáttmálanum.

- Tað harmar okkum, at hetta ikki bar á mál, og ger tað átroðkandi at finna loysnir upp á hesar venjaraspurningar nú landskappingin nærkast. Góð fólk í felagnum hava tikið uppgávurnar á seg fyribils, meðan arbeitt verður vit at seta nýggjan venjara til Betri kvinnur og ein høvuðsungdómsvenjara, skrivar HB.fo.