Eirikur og hinir í FIF: Jú fleiri føroyingar jú betri

Danska hondbóltsfelagið, FIF, í næstfremstu donsku deildini, hevur fimm føroyskar mansleikarar á liðnum

Eirikur Simonsen er ein av fimm føroyingum í danska hondbóltsfelagnum, FIF

Eirikur Simonsen er ein av fimm føroyingum í danska hondbóltsfelagnum, FIF

Les hvat Rói Berg Hansen, Tóraldur Kollsker, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Niklas Højgaard Hanusarson siga um at spæla við hvørjum øðrum í Ítrottarsosialinum í dag. Sosialiurin kann keypast við at trýsta HER

 

Í søguríka danska felagnum FIF, eru tey glað fyri føroyingar. Rói Berg Hansen hevur spælt tvey kappingarár við felagnum av Frederiksberg, og hevur roynt at bæði flyta niður og upp aftur í næstfremstu donsku deildina. Tá ið liðið í fjør flutti uppaftur var tað við Tóraldi Kollsker í málinum. Føroyski málverjin hevur havt drúgvar knæskaðar seinastu árini, men skoðsmálini hjá honum hava verið sera góð, nú hann slapp at royna seg í FIF.

Nú skal felagið royna at staðfesta seg í næstfremstu donsku deildini, og til tess eru komnir tríggir føroyingar afturat Róa Berg Hansen og Tóraldi Kollsker. Teir eru Jónas Gunnarsson Djurhuus, Niklas Højgaard Hanusarson og Eirikur Simonsen.

Eirikur Simonsen hevur royndir í donskum hondbólti. Hann hevur spælt ungdóms- og vaksnamannahondbólt í Viborg eins og hann hevur verið í ÍF Føroyum og seinasta kappingarár í felagnum .FFI, ið flutti niður úr næstfremstu donsku deildini.

Nú snýr tað seg um at halda FIF uppi, og tað verður trupult greiðir Kyndilsmaðurin frá.

-Málið fyri liðið er fyrst og fremst at verða í deildii. Tað vænti eg verður trupult, tí tað tykist sum øll liðini eru styrkt. Vit allir í FIF eru áhugaleikarar, meðan hini liðini hava leikarar á yrkissáttmálum, greiðir sterki bakkurin frá.

Fyri seg sjálvan, vónar Eirikur Simonsen fyrst og fremst at vinna sær fast pláss á liðnum og fáa mest møguliga tíð á vøllinum.

Spurdur um FIF er farið at líkjast fyrrverandi felagi hansara, ÍF Føroyum, flennir Eirikur Simonsen at har eru kanska onkrar samanberingar, men í FIF dáma ikki allir líka væl at tosa føroyskt.

Tað kundi verið stuttligt um har komu enn fleiri føroyskar viðleikarar, flennir Eirikur Simonsen, og sigur at enda: - Jú fleiri, jú betri.


Les viðmerkingar frá teimum fýra føroysku liðfeløgunum hjá Eiriki Simonsen í Ítrottarsosialinum, ið er í sølubúðunum nú, ella við at trýsta HER

Eirikur Simonsen er ein av fimm føroyingum í danska hondbóltsfelagnum, FIF