Eisini hoyvíkskvinnur vunnu sær ein fimm máls fyrimun (FM1)

(FM1) Hoyr Stinu Madsen hjá Neistanum og Mariu H. Weyhe seta orð á 24-19 (12-10) sigurin hjá H71 á Neistanum í Hoyvíkshøllini

Maria H. Weyhe gjørdi sítt, og skoraði sjey mál í 24-19 sigrinum hjá H71 á Neistanum

Maria H. Weyhe gjørdi sítt, og skoraði sjey mál í 24-19 sigrinum hjá H71 á Neistanum

##med2##

Fyrra hálvfinalan millum H71 og Neistan endaði eisin 24-19. Hesaferð til heimaliðið H71, ið var á odda 12-10 í steðginum. Ta einu løtuna sá ordiliga gott út hjá hoyvíkskvinnum, ið vóru á odda 20-13 í seinna hálvleiki, men Neistin fekk bøtt um støðuna seinastu løtuna.

H71 hevur sostatt ráð til at tapa við fýra málum tá liðini hittast leygarkvøldið. Vinnur Neistin t.d. 25-20 ella 26-21 fer H71 víðari við fleiri málum á útivølli. Vinnur Neistin 23-18 fara neistakvinnur víðari við fleiri útivallarmálum.

(Málskjúttarnir sambært jn.fo :)

H71: Marita 8, Maria 7, Eva 3, Durita 2, Lív 2 og Guðrið 2.

Neistin: Ingun 6, Stina 6, Marjun 4, Sólbjørt 2 og Brynja 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Stinu Madsen, ið skoraði seks mál fyri Neistan. Stina staðfestir, at tað gekk illa í hond, men hon er glað fyri, at hon og liðfelagarnir koma á sporið aftur og fingu minka um støðuna. Stina trýr uppá, at neistakvinnur kunnu vinna ein samlaðan sigur.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Mariu H. Weyhe, ið gjørdi sítt við at skora sjey mál í kvøld. Maria og liðfelagarnir kunnu nú hóma eina søguliga fyrstu steypafinalu, men hon ásannar, at tær mugu arbeiða hart fyri tí komandi leygarkvøld. 

Maria H. Weyhe gjørdi sítt, og skoraði sjey mál í 24-19 sigrinum hjá H71 á Neistanum

(Samrøður: Stina Madsen og Maria H. Weyhe)