Eitt afturstig fyri golf ikki at verða við (FM1)

(OYL - FM1) Ragnar Isaksen harmast, at golf ikki er við á oyggjaleikunum, men gleðir seg til betri umstøður á Glyvursnesi

Ragnar Isaksen á oyggjaleikunum á Jersey í 2015

Ragnar Isaksen á oyggjaleikunum á Jersey í 2015

##med2##

Millum fólkini FM1 prátaði við í SMS á oyggjaleikamorgunmatinum í SMS var trúgvi og drúgvi oyggjaleika-travarin, Ragnar Isaksen sum hevur stríðst manniliga at vinna Føroyum heiðurliga endastøður hóast kargar heimligar umstøður til golf.

Tað er við blandaðum kenslum, at Ragnar Isaksen sær onnur ítróttarfólk í oyggjaleikabúnum. Fyri golf er tað eitt afturstig ikki at verða við til oyggjaleikirnar, tí oyggjaleikirnar hava havt sera stóran týdning fyri føroysku golfítróttina.

Ragnar Isaksen sigur seg hava skilt, at aftaná Brexit var tað ikki so lætt hjá gibraltarmonnum at reika fyri einari kapping beint hinumegin spanska markið, um ein golfvøllur ikki var tøkur í Gibraltar.

Í sorgini um ikki at verða partur av oyggjaleikafamiljuni hesaferð kann Ragnar Isaksen tó gleðast um, at nú fara stór framstig at henda á Glyvursnesi. Ragnar undirstrikar, at ein golfvøllur verður nakað sum allar Føroyar, og serliga ferðavinnan fara at hava stórt gagn av.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Ragnar Isaksen í SMS farna leygardag. 

 

 

Ragnar Isaksen á oyggjaleikunum á Jersey í 2015

(Samrøða við Ragnar Isaksen)