Eitt gott Team Klaksvík avrik móti formsterkum neistaliði (FM1)

(FM1) Hoyr toppskjúttan hjá Team Klaksvík, Sámal á Tjaldrafløtti og debutantin hjá Neistanum, Paula Høj seta orð á 28-24 sigurin hjá Neistanum

Sámal á Tjaldrafløtti gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum

Sámal á Tjaldrafløtti gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum

##med2##

Neistin vann sum væntað, men ikki so lætt á Team Klaksvík sum onkur hevði væntað. 

Neistin vann 28-24 í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík. Team Klaksvík var væl við stóran part av dystinum, og í steðginum var støðan javnleikur 12-12.

Á Skála vann StÍF ein góðan 31-30 (14-15) sigur á H71.

Team Klaksvík-Neistin 24-28 (12-12)

Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 8, Kaito Nakahodo 6, Jens Pauli Mohr 5, Ludvík Súnason 4, Vilhelm Vilhelmsen 1.

Neistin: Julian Kragesteen 6, Tróndur Mikkelsen 6, Dánjal Ragnarsson 6, Pauli Høj 4, Rasmus Søby 2, Rune Olsen 2, Teitur Magnussen 1, Karl Martin Olsen 1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum, og tók stutt samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Team Klaksvík, Sámal á Tjaldrafløtti sum meddaði átta bóltar í neistamálið. Sámal heldur, at teir fingu ein betri møguleika fyri einum góðum úrsliti tá Rasmus Søby hjá Neistanum mátti út við skaða, men m.a. fýra brend brotskøst kostaðu tá liðið skuldi royna at fremja sensasjónina. Sámal fegnast annars um, at Team Klaksvík var so væl við í dystinum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við debutantin hjá Neistanum, Pauli Høj sum skoraði síni fyrstu fýra mál í bestu mansdeildini í dag. Pauli fegnast um møguleikan, og fær hann sín vilja er talan um fyrstu fýra málini av mongum málum í bestu mansdeildini. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71113202606018
 NEISTIN123272913616
 STÍF113163061015
 VÍF113062961012
 KÍF1129528969
 KYNDIL11283292-98
 TEAM KLAKSVÍK11239352-1130

 

 ##ms##

 

 

Sámal á Tjaldrafløtti gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum

(Samrøður: Sámal á Tjaldrafløtti og Pauli Høj)