Eitt skert útsýnið til geil 8 órógvar stroymingina hjá KVF (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við svimji-frásøgukvinnuna hjá KVF, Solby Christiansdóttir um føroysk svimjiavrik og skerdar umstøður til stroyming

Frásøgukvinnan hjá KVF í svimjihøllini sær ikki seinastu sjey-átta metrarnar av geil 8, og tað órógvar frásøgnina og stroymingina

Frásøgukvinnan hjá KVF í svimjihøllini sær ikki seinastu sjey-átta metrarnar av geil 8, og tað órógvar frásøgnina og stroymingina

##med2##

Síðani oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013 hevur stroymingin hjá Kringvarpinum av svimjikappingunum verið eitt stórt hitt hjá føroysku brúkarunum.

Tó er eitt órógvandi element fyri frásøgukvinnuna hjá KVF, Solby Christiansdóttir tá stroymast og sigast skal frá svimjikappingunum. Eitt tjald á svimjiøkinum órógvar útsýnið til seinastu sjey-átta metrarnar av geil 8, og tað ger tað torførari at fylgja einari svimjikapping á mál. Men eingin møguleiki er, at tjaldið sum er ætla hallarvarparanum og øðrum hjálparfólki verður flutt.

Tá kvinnurnar vunnu bronsu í stafettini 4 x 50 metrar frí gav Solby Føroyum silvur, men ólukkutíð sá hon ikki Oynna Man koma á mál á geil 8. Oyggin Man vann kappingina, og tí fingu Føroyar bronsu tá samanum kom.

Tó er nógv at gleðast um hjá Solby. Føroyar vunnu tvey gullheiðursmerki, og tvey føroysk met vóru sett. Solby hevur vónir um, at stásið kann haldast við líka hjá føroysku svimjarunum komandi kappingardagarnar.

Á jaligu síðuni er eisini, at fólk frá hinum oyggjunum spyr eftir stroymingini hjá KVF, og deila leinkjuna til stroymingina millum sín, so undir oyggjaleikunum hyggja mong oyggjaleikafólk eftir stroymingini hjá KVF frá svimjikappingunum. 

##med3##

Frásøgukvinnan hjá KVF í svimjihøllini sær ikki seinastu sjey-átta metrarnar av geil 8, og tað órógvar frásøgnina og stroymingina

(Samrøða við Solby Christiansdóttir)