Eksperturin hjá norska TV2 heldur lítið um føroyska landsliðið

Jesper Mathisen, ekspertur hjá TV2 er ósamdur við Lars Lagerbäck og góðu orðini hann segði um føroyska landsliðið

Fótbóltseksperturin hjá norska TV2, gamli liðfelagin hjá Toda Jónsson í 2004 og 2005 heldur lítið um føroyska landsliðið (Mynd: Norska TV2)

Fótbóltseksperturin hjá norska TV2, gamli liðfelagin hjá Toda Jónsson í 2004 og 2005 heldur lítið um føroyska landsliðið (Mynd: Norska TV2)

Fyrr í dag hevði landsliðsvenjarin hjá Noregi, fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá Íslandi, Svøríki og NIgeria, Lars Lagerbäck tíðindafund á Tórsvølli.

Tann væl orðaði og sympatiski landsliðsvenjarin hjá Noregi hevði vøkur orð at siga um føroyska liðið:  - Eg haldi at føroyska liðið hevur eitt høgt kollektivt støði, um vit samanbera við eitt nú Elituseriuna ella Allsvenskan. Hyggja vit eftir teimum sum einstaklingar, so eru teir kanska ikki so góðir, men tað er sum lið, at føroyska landsliðið hevur sína styrki. Føroyar hava júst tapt 4-1 móti Spania. Eg ivist hvussu nógv av liðunum í norsku deildini høvdu klárað tað. Hetta er eitt lið, ið er torført at bróta niður og ikki eitt lið, sum tú bara vinnur stórt á, segði Lars Lagerbäck m.a. á tíðindafundinum.

Gamli liðfelagin hjá Toda Jónsson í Start Kristiansand, árini 2004 og 2005, Jesper Mathisen er fótbóltsekspertur hjá norska TV2. Hann er als ikki samdur við Lars Lagerbäck, og heldur tvørturímóti, at Føroyar eru als ikki nakað serliga gott lið.

Við heimasíðuna hjá norska TV2 sigur Jesper Mathisen: - Føroyar eru eitt lið, ið ikki hevur serliga nógvar góðar spælarar. Nakrir av teimum spæla fyri lið sum Bryne, HamKam og líknandi lið. Men tað sum Lars Lagerbäck sigur er í mínum eygum skeivt. Um tú hevði sent Molde, ið Lagerbäck samanbar Føroyar við út á ein graslíkisvøll at spæla móti Spania ella Føroyum, so hevði tú sæð, at Molde er eitt betri lið enn Føroyar. Og hevði Molde spælt ímóti Noregi í annaðkvøld, so hevði tað verið ein nógv torførari mótstøða hjá Noregi. 

At føroyska leikliga avrikið var gott móti Spania er Jesper Mathisen heldur ikki samdur í: - Tá Spania spælir ein dyst á graslíki aftaná spælararnir hava havt eitt kappingarár yvir 10-11 mánaðir, og hava spælt meir enn 60 dystir, so sigur tað seg sjálvt, at teir fara ikki eftir at vinna 9-1 ella 10-1 á Føroyum. Teir taka sjálvandi ferðina av spitaranum, tá teir síggja, at teir hava tamarhald á dystinum. Tá blívur tað eitt úrslit, ið ikki sær so galið út, sigur Jesper Mathisen, og veruliga undirstrikar hvat hann heldur um føroyska landsliðið. 

- At Lars Lagerbäck meinar, at Føroyar er eitt betri mótstøðulið enn liðini í bestu norsku fótbóltsdeildini skilji eg ikki heilt. Møguliga meinti hann tað ikki soleiðis, men eg eri ósamdur í, at Molde ikki hevði givið Spania betri mótstøðu enn Føroyar gjørdu fríggjakvøldið. Det er ikki júst vorðið soleiðis, at Rosenborg og Molde hava ligið flatir fyri at útvega sær spælarar, ið hava spælt í Føroyum tey undanfarnu árini. Seinast Føroyar vunnu ein undandyst var ein heimadystur móti Andorra í 2017. Latið verða við at gera Føroyar til nakað gott lið. Tað er eitt lið sum Noreg eigur at vinna á, sigur ein bersøgin Jesper Mathisen.

Tann bersøgni Jesper Mathisen spældi annars sjálvur ongan A-landsdyst fyri Noreg, men hann spældi tveir U21 landsdystir har hann ikki skoraði nakað mál. Jesper Mathisen var partur av hópinum hjá Start Kristiansand, har hann spældi 141 dystir og skoraði 10 mál. Einasta steypið Jesper Mathisen vann við Start Kristiansand var tá teir vunnu næstbestu norsku deildina í 2012. Tvær hálvfinalur í norsku steypakappingini í ávikavist 2006 og í 2011 er tað nærmasta Jesper Mathisen er komin til at vinna nakað sum helst í vaksnamannafótbólti. Vegna knæskaða gavst Jesper Mathisen at spæla fótbólt á hægsta stigi í 2014. Pápin, Svein Mathisen (1952-2011) spældi í sínari tíð 25 landsdystir fyri Noreg, og hann skoraði tvey mál. Svein Mathisen vann norska meistaraheiti við Start Kristiansand í 1978 og í 1980. 

 ##med2##

 

 

 

 

 

 

Fótbóltseksperturin hjá norska TV2, gamli liðfelagin hjá Toda Jónsson í 2004 og 2005 heldur lítið um føroyska landsliðið (Mynd: Norska TV2)