El Clasico møguliga fluttur úr Katalonia

La Liga ynskir at flyta stórdystin millum Barcelona og Real Madrid

Myndin er frá einum dysti millum liðini í 2017. Mynd: Ritzau / Scanpix

Myndin er frá einum dysti millum liðini í 2017. Mynd: Ritzau / Scanpix

Um tíggju dagar hittast sponsku stórfeløgini Barcelona og Real Madrid til fyrsta dystin teirra millum hetta kappingarárið.

Talan er um ein tann størsta fótbóltsdystin í kalendaranum hjá flestu fótbóltsfjepparum, og verður hann vanliga bara kallaður El Clasico.

Eftir ætlan verður fyrsti El Clasico 26. oktober á Nou Camp, heimavøllinum hjá Barcelona, men í kjalarvørrinum av ófriðinum, ið hevur rakt landspartin Katalonia, aftaná at fleiri av oddafólkunum í stríðnum fyri fullveldi vórðu dømd fyri teirra leiklut í fólkaatkvøðuni fyri tveimum árum síðan og eftirfylgjandi royndini at loysa Katalonia frá Spania, ynskir La Liga nú at flyta dystin. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.

Í staðin mælir La Liga til, at stórdysturin verður leiktur á Bernabeu, ið er heimavøllurin hjá Real Madrid, meðan seinni dysturin, ið skuldi vera á Bernabeu í mars, verður fluttur til Nou Camp.

Avgerðin um hvar dysturin verður leiktur liggur nú hjá spanska fótbóltssambandinum RFEF, men fáa bæði feløg møguleikan at siga sína hugsan.

Sambært BBC er tó longu greitt, at Barcelona ynskir ikki at flyta dystin, av tí at felagið ikki metir, at støðan í økinum er so mikið vandamikil, at tað ávirkar trygdina. 

Myndin er frá einum dysti millum liðini í 2017. Mynd: Ritzau / Scanpix