”El Clasico” verður fluttur vegna ófrið

Tað er politiskur ófriður í Katalonia og tað ávirkar nú fótbóltin

Mynd: (Scanpix) Onkuntíð gongur tað hart fyri seg á vøllinum millum Lionel Messi (t.v) og Sergio Ramos (t.h). Nú er tað stríðið uttanfyri, sum ávirkar

Mynd: (Scanpix) Onkuntíð gongur tað hart fyri seg á vøllinum millum Lionel Messi (t.v) og Sergio Ramos (t.h). Nú er tað stríðið uttanfyri, sum ávirkar

Spanska fótbóltssambandið hevur valt at flyta stórdystin millum FC Barcelona og Real Madrid, sum skuldi vera 26. oktober, tí tað er politiskur ófriður í Katalonia. Nú skulu feløgini semjast um nær ”El Clasico”, sum dysturin verður nevndur, skal spælast.

Tað er politiskur ófriður í Kalalonina, eftir at níggju persónar hava fingið til samans hundrað ára fongsulsrevsing, fyri teirra luttøku í umstríddu fólkaatkvøðuni í Katalonia. Mett verður, at fólkið í Katalonia eisini fer at brúka dystin sum eitt grundarlag fyri mótmælistiltøkum.

##med2##

”El Clasico” er millum tær uppgerðirnar, ið vekja størst ans á altjóða sjónvarpspallinum. Feløgini hava fingið til mánadagin at finna ein nýggjan leikdag. Her er eitt boð, at dysturin verður spældur 18. desember.

Mynd: (Scanpix) Onkuntíð gongur tað hart fyri seg á vøllinum millum Lionel Messi (t.v) og Sergio Ramos (t.h). Nú er tað stríðið uttanfyri, sum ávirkar

Mynd: Mótmælisgonga í Katalonia í hesum døgum

Mynd: (Scanpix) Ófriður í Katalonia