Eli flytur av landinum

Eli Christiansson takkaði fyri seg við máli og sigri

Mynd: (Álvur Haraldsen) Eli S. Christiansson hevur júst skorað til 3-0 við góðum skoti

Mynd: (Álvur Haraldsen) Eli S. Christiansson hevur júst skorað til 3-0 við góðum skoti

Argjamenn vunnu í gjár greiðan 3-0 sigur á ÍF í botnuppgerðini í 18. umfari í Betri deildini hjá monnum. Triðja málið hjá AB skoraði miðvallarin Eli Christiansson, ið hevur spælt at kalla fast á miðvøllinum, men tað kemur hann ikki at gera í framtíðini. Miðvallarin fer av landinum í langtíðarútbúgvingarørindum í næstum. 

- Vit tosa saman, um at hann møguliga kann koma at spæla nakrar dystir, men tað krevur at hann bæði kann, og hevur umstøður at venja í Danmark, sigur Sorin Angel, venjari hjá AB.

##med2##

Eli Christiansson kom til AB undan hesum kappingarárinum, og hevur við tíðini vunnið sær fast pláss á miðvøllinum. Hann hevur saman við Hera H. Mohr luttikið í flest dystum í landskappingini fyri AB í ár.

- Tað er keðiligt, at vit hava mist ein so góðan spælara. Hann er ein komplettur spælari, sum kann nógv ting á einum vølli. Men hatta eru treytirnar. Hann hevur verið góður og hevur ment seg nógv, sigur Sorin Anghel.

##med3##

Argjamenn vunnu seg í gjár røttu megin niðurflytingarstrikuna. AB hevur nú 11 stig á 8. plássi, meðan EB/Streymur nú liggur á níggjunda plássi. AB vann 3-0 á ÍF.

-  Støðan í felagnum er góð. Tú sær í dystinum í gjár. Vit orka at spæla og hava fleiri skjótálop í seinna hálvleiki, men tað er keðiligt at vit missa spælarar. Vit hava júst fingið kapping um plássini, men hetta er afturgangandi fyri nógvar av spælarunum hjá AB gjøgnum tíðina, sigur Sorin Anghel, ið eisini hevur verið á Argjum sum spælari.

Eli Christiansson hevur spælt 18 dystir í landskappingini í ár og skorað trý mál.
##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Eli S. Christiansson hevur júst skorað til 3-0 við góðum skoti

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sorin Anghel iðrar seg um, at Eli S. Christiansson ikki verður partur av hópinum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Eli S. Christiansson dugur annað enn at skjóta upp á mál