Símun skaddur restina av árinum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Símun Samuelsen(t.h) í dysti móti ÍBV í Europa League í summar

Mynd: (Álvur Haraldsen) Símun Samuelsen(t.h) í dysti móti ÍBV í Europa League í summar

Símun Samuelsen hevur givið avboð til landsliðið og verður ikki at síggja í HB troyggjuni aftur hetta kappingarárið.

 

Tað var til venjing í gjár, at hælsinan gav eftir og Símun Samuelsen mátti gevast. Hann hevur í fýra ár havt trupulleikar av hælsinuni og nú verður hann noyddur at halda ein longri steðg.

 

-       Eg spæli ikki aftur hetta kappingarárið, sigur Símun Samuelsen við in.fo í dag.

 

Símun hevur verið ein lyklaspælari á bæði A-landsliðnum og HB liðnum, sum liggur væl í svinginum at vinna FM heitið.

 

Vábingurin skal nú í viðgerð um hann í framtíðini skal kunna spæla við fullari ferð. Hann hevur síðani 2011 havt stórar trupulleikar við at gjøgnumføra venjingar vega pínu í hælsinuni.

 

-       Viðgerðin byjar longu í septembur og eg vóni at blíva klárur eina ferð í desembur ella januar, sigur Símun Samuelsen.

 

Seinni í dag verður kunngjørt hvør verður úttikin í staðin fyri Símun Samuelsen.