Eli: Hetta var langt frá góðtikið

Føroyska U21-landsliðið tapti týsdagin heili 7-1. Venjarin er alt annað enn nøgdur

U21-landsliðið tapti heili 7-1 ímóti Norðurmakedónia. Einsamalla málið hjá Føroyum skoraði Jákup B. Andreasen, tá hann í 19. minutti legði Føroyar á odda við brotssparki. Men so raplaði inn í hinum endanum, skrivar FSF.fo.

- At leggja rygg til ósigur er ongantíð stuttligt, og at fáa ein ordiliga frammaná, sum í kvøld her í Norðurmakedónia, er ein ræðulig kensla. Men vit kunnu ikki renna undan veruleikanum á degnum, og vit fara ongantíð at leita við lykt eftir undanførslum. Nú skal øll orku brúikast til at hyggja inneftir fyri at finna út av, hvat vit kunnu gera betri næstu ferð.

Orðini eigur U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze, eftir 7-1 avsmurningin í Skopje í Norðurmakedónia.

Tað byrjaði annars væl hjá føroyska liðnum, sum kom á odda 1-0 tá 19 minuttir vóru spældir. Dómarin floytaði fyri brotssparki til Føroyar, og úr ellivu metrum var Jákup Biskopstø Andreasen tryggur.

Men so gekk heilt gali, og tað í ólukkumát. Tá liðini fóru til hálvleik stóð 3-1 til heimaliðið á máltalvuni, og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð, var støðan 7-1 til Norðurmakedónia.

- Eg harmist almikið spælaranna vegna, at teir skulu leggja rygg til hendan ósigurin. Men bæði teir og vit við evstu ábyrgd mugu viðurkenna, at hetta var ikki góðtikið – langt frá, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Næsti dystur hjá U21-landsliðnum verður tann 15. oktober – á útivølli móti Ísrael. Síðstu dystur í hesum árinum verður á heimavølli 19. november, tá norðurmakedónar vitja í Føroyum.