Eli og Oddbjørn á Rás2

Fótbóltspanelið hyggur í dag nærri at støðuni í føroyskum ungdómsfótbólti, og um undirhald er týdningarmiklari enn úrslit

Eli Hentze, hjálparvenjari á U21 landsliðnum, og Oddbjørn Joensen, U19 landsliðsvenjari, verða gestir í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag.

 

Fótbóltspanelið er at hoyra á Rás2 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17

 

Millum evnini eru støðan hjá føroyskum ungdómsfótbólti. Teir varða av landsliðsárgangunum, sum komandi árini skulu bjóða seg fram í vaksnmannafótbólti. Tí spyrja vit hvat vit kunnu vænta, eru vit á rættari leið og hvat halda teir er næsta stig fyri føroyska ungdómsfótbólt.

 

Tú kanst eisini luttaka í sendingini við at senda spurningar ella meiningar inn á 559999

 

Bæði Eli Hentze og Oddbjørn Joensen eru fortalarar fyri at tekniskum fótbólti, har liði í størri mun skal skapa dystirnar við bóltinum. Vit spyrja hvat teir halda um eitt nú Manchester United og Louis van Gaal, sum eru fyri nógvum ákoyringum, tí teir spæla óáhugaverdan fótbólt – men liggja nummar í oddinum.

 

Fótbóltspanelið hevur eisini eina SMS kapping, har tveir hepnir vinnarar kunnu vinna ein kassa av sodavatn frá Føroya Bjór. Vit spyrja hvørji eru barndómsfeløgini hjá Eli Hentze og Oddbirni Joensen. Send SMS við svarinum til 559999, og tú ert við í lutakastinum.