Elias er eitt av heimsins størstu talentum

Tað sigur ítróttarstjórin í nýggja felagnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur gjørt ein fýra ára sáttmála svenska meistaraliðið, IK Sävehof. Tað kunngjørdi ÍtróttarSosialurin í dag.

- Vit eru fegin og errin av, at hava gjørt sáttmála við Elias. Hann verður mettur sum eitt av heimsins størstu talentum frá níggju metrum. Tað verður spennandi at fylgja menningin í Sävehof. Hóast hann er ungur, so hevur hann gott skil fyri spælinum, sigur ítróttarstjórin í felagnum, Emil Berggren.

##med2##

Fleiri stórfeløg í Evropa hava verið eftir 17 ára gamla føroyinginum, men valið fall á svenska meistaraliðið. Elias Ellefsen á Skipagøtu var á U17-landsliðnum, sum vann EM-gull í Svøríki í summar.