Elias. Hilmar Leon og H71 smurdu KÍF av

H71-álopið var væl fínpussað í dag og sendi KÍF í ringa støðu í Okkaradeildini

Savnmsynd. Hilmar Leon Jakobsen var stórspælandi í øgiliga H71-álopinum í Kollafirði í kvøld

Savnmsynd. Hilmar Leon Jakobsen var stórspælandi í øgiliga H71-álopinum í Kollafirði í kvøld

Stig høvdu verið ógvuliga kærkomin, tá ið KÍF í kvøld tók ímóti  H71, sum longu hevur tryggjað sær fremsta plássið í grundspælinum í Okkaradeildini.

Men eftir 60 strævnar minuttir mátti KÍF síggja úrslitið siga 39-25 til H71, sum hevði víst seg frá síni bestu síðu við tungum trýsti í skjótálopunum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm tey fyrstu málini fyri H71 í javnari byrjan, men tá ið H71 kom á odda 6-5 sóu kolffirðingar ikki leiðsluna aftur. Hilmar Leon Jakobsen var stórspælandi við hoppiskotum í kvøld, og hann fór saman við Eliasi og liðfeløgunum at økja støðugt.

KÍF, sum hevur spælt seg inn aftur í hálvfinalustríðið við øgiligum verjuavrikum ímóti fyrst Neistanum, sum bert fekk 20 mál og síðani VÍF sum megnaði at fáa 18 mál, fekk ikki steðgað aðru bylgjuni hjá H71

Við steðgin var støðan 19-8 til H71, og seinni hálvleikur broytti einki serligt.

Tað var bara ein spurningur um hvussu stórur H71-sigurin fór at gerast, og hann endaði upp í úrslitinum 39-25.

FM1 segði frá dystinum. Samanumtøka haðani kann hoyrast á in.fo um eina løtu.

KÍF er tí framvegis javnt við StÍF á avgerandi fjórða plássinum. KÍF spælir næstu tvær vikurnar ímóti Kyndli og StÍF.

StÍF hevur tríggjar dystir eftir: Ímóti H71, Team Klaksvík og KÍF.

KÍF og StÍF hava vunnið hvør sín dyst ímóti hvørjum øðrum.

Liðini frammanfyri tey, VÍF og Neistin, spæla í Vestmanna mikukvøldið.

KÍF - H71 25-39

KÍF: Rani A. Højgaard 7, Nicklas Selvig 7, Andrias Nielsen 5, Hørður F. Sigþórsson 1, Hjalti H. Matras 1, Teitur Joensen 1, Atli L. Hammer 1, Joakim Jürs 1

H71: Hilmar Leon Jakobsen 10, Elias Ellefsen á Skipagøtu 10, Niklas Hanusarson 5, Pætur Mikkjalsson 4, Pætur Thomsen 4, Vilhelm Poulsen 3, Høgni F. Gaard 1, Baldur Gillason 1

Okkaradeildin (hsf.fo)

(Fýra tey fremstu liðini eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar)

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71164633758826
 VÍF164404093120
 NEISTIN154053634218
 KÍF164184001817
 STÍF15417426-917
 KYNDIL14358377-198
 TEAM KLAKSVÍK14288439-1510

Savnmsynd. Hilmar Leon Jakobsen var stórspælandi í øgiliga H71-álopinum í Kollafirði í kvøld