Elias og hinir í Sävehof vunnu grundspælið

Sävehof skal spæla fjórðingsfinalur móti Eskilstuna, ið endaði á áttanda plássinum í grundspælinum

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof kunnu fegnast um at hava vunnið grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini. Nú bíðar Eskilstuna í fjórðingsfinalunum (Mynd: Sävehof IK)

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof kunnu fegnast um at hava vunnið grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini. Nú bíðar Eskilstuna í fjórðingsfinalunum (Mynd: Sävehof IK)

Fyri fyrstu ferð í 10 ár hevur Sävehof vunnu grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tvey mál fyri Sävehof sum á heimavølli í dag vann sannførandi 33-24 sigur á Hallby. Í steðginum var Sävehof á odda 17-14.

Endaspælið er skipað soleiðis, at átta tey bestu liðini í grundspælinum vinna seg í fjórðingsfinalurnar har spælt verður best av fimm dystum.

Nummar eitt møtir nummar átta í fjórðingsfinalunum, nummar tvey møtir nummar sjey, nummar trý møtir nummar seks, og nummar fýra møtir nummar fimm.

Sävehof møtir Eskilstuna í fjórðingsfinalunum, ið verða spældar seinni í mars. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof kunnu fegnast um at hava vunnið grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini. Nú bíðar Eskilstuna í fjórðingsfinalunum (Mynd: Sävehof IK)