Elias og Sävehof hava vunnið seg í hálvfinalurnar

Sävehof vann tepran heimasigur á Eskilstuna í dag, og er best av fimm dystum í fjórðingsfinaluuppgerðini

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof hava vunnið seg í hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof hava vunnið seg í hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini

Sävehof hevði seinnapartin heimadyst móti Eskilstuna í tí triðju fjórðingsfinaluni millum liðini, har spælt verður best av fimm dystum.

Sävehof var á odda 2-0 frá tveimum teimum fyrru fjórðingsfinalunum, og í dag togaði Sävehof seg uppá 3-0 í fjórðingsfinalunum, og eru Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir sostatt víðari til hálvfinalurnar har eisini verður spælt best av fimm dystum.

Sävehof vann í dag 28-27 á Eskilstuna. Tað var javnt gjøgnum allan dystin, og í steðginum var javnleikur 13-13.

Elias Ellefsen á Skipagøtu sum hevur verið sera eyðsýndur í tveimum teimum fyrru fjórðingsfinalunum var ikki líka eyðsýndur í dag. Elias skoraði eitt mál fyri Sävehof í dag.

Tað er javnari í hinum fjórðingsfinaluuppgerðunum í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini, og tí fer Sävehof ikki at spæla ta fyrstu hálvfinaluna fyrrenn aftaná páskir tá allir hálvfinaluluttakararnir eru funnir. 

 

 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof hava vunnið seg í hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini