Allar fjórðingsfinalurnar í bestu svensku hondbóltsdeildini eru nú avgreiddar.
Elias Ellefsen og liðfelagarnir í Sävehof gjørdu skjótt av við at vinna tríggjar tær fyrstu fjórðingsfinalurnar har spælt verður best av fimm dystum.
Í hinum fjórðingsfinalunum máttu fýra dystir til áðrenn fjórðingsfinaluvinnarin var funnin.
Tað er nú greitt, at Elias Ellefsen og liðfelagarnir í Sävehof møta Lugi úr Lund í Skåne í hálvfinalunum har eisini verður spælt best av fimm dystum.
Av tí, at Sävehof vann grundspælið fær Sävehof tríggjar heimadystir um tað verður neyðugt við fimm hálvfinalum. Í hinari hálvfinaluni hittast Skövde og Kristianstad.
At Lugi sum endaði nummar sjey í grundspælinum koppaði Ystad, ið endaði á øðrum plássinum í grundspælinum ber boð um, at liðið er sterkari enn stigatalvan í grundspælinum boðar frá.
Fyrsta av møguligum fimm hálvfinalum verður á heimavøllinum hjá Sävehof komandi leygardag klokkan 16.
Vit á in.fo ynska Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Sävehof blíðan byr í hálvfinalunum.