Elias sendi Sävehof nærri hálvfinaluni

Føroyska stórtalentið skeyt seks mál í dramatiskari fjórðingsfinalu.

Mynd: gp.se

Mynd: gp.se

Elias Ellefsen á Skipagøtu var avgerandi leikarin, tá ið IK Sävehof í kvøld vann aðru fjórðingsfinaluna í svenska meistaraheitinum og nú er sera tætt við at røkka hálvfinaluni.

Tað sá annars svart út hjá IK Sävehof, sum var um reppið at tapa, men Elias javnaði til 23-23 tá ið eitt sekund var eftir av dystinum og syrgdi fyri at dysturin fór í longda leiktíð.

Í longdu leiktíðini skeyt Elias trý mál og var við til at tryggja IK Sävehof ein 31-28-sigur. Elias skeyt tilsamans átta mál í dystinum.

IK Sävehof er nú á odda 2-0 í dystum í fjórðingsfinaluni, har spælt verður fyrst upp í tríggjar dystir. Næsta fjórðingsfinalan verður nú sunnudagin kl.14.30.

Mynd: gp.se