Elias skoraði fimm mál tá Sävehof vann oddadystin ígjár

Sävehof vann frálíkan seksmálssigur móti oddaliðnum, Ystad og tók oddasessin í bestu svensku hondbóltsdeildini

 

 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu heldur fast við góðu gongdina, og tað gera liðfelagarnir í Sävehof eisini

Elias Ellefsen á Skipagøtu heldur fast við góðu gongdina, og tað gera liðfelagarnir í Sävehof eisini

LIðið hjá Eliasi á Skipagøtu Ellefsen, Sävehof liggur nú væl fyri at vinna grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini.

Ígjár spældi Sävehof á útivølli móti oddaliðnum, Ystad. Tað eydnaðist Sävehof at vinna 31-25. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á. Í steðginum var Sävehof á odda við einum máli 12-11.

Elias á Skipagøtu Ellefsen gjørdist næstbesti málskjúttin saman við Henrik Tillsted við fimm málum. Toppskjútti hjá Sävehof gjørdist Sebastian Karlsson við átta málum.

Leygardagin spælir Sävehof seinasta dystin í grundspælinum móti Hallby á heimavølli. Hallby liggur á níggjunda plássi við 24 stigum. Sävehof er oddalið við 40 stigum.

 

Støðan í oddinum:


1. IK Sävehof 27 dystir 40 stig +98
2. HK Malmö 27 dystir 40 stig  +67
3. Ystads IF HF 27 dystir 38 stig +50
4. IFK Skövde HK 27 dystir 34 stig +62
5. Alingsås HK 26 dystir 34 stig +36
6. IFK Kristianstad 26 dystir 30 stig +72

 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu heldur fast við góðu gongdina, og tað gera liðfelagarnir í Sävehof eisini