Elias skoraði fýra mál í fjórðingsfinalusigri hjá Sävehof

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof komu væl frá landi í tí fyrstu fjórðingsfinaluni

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í Sävehof vunnu fyrstu fjórðingsfinaluna á heimavølli í kvøld

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í Sävehof vunnu fyrstu fjórðingsfinaluna á heimavølli í kvøld

Best av fimm dystum. Soleiðis er skipanin við endaspælsdystunum í bestu hondbóltsdeildini í Svøríki.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof komu í kvøld væl frá landi í tí fyrstu fjórðingsfinaluni móti Eskilstuna.

Talan bleiv um ein 32-21 stórsigur til Sävehof. Longu í fyrra hálvleiki var greiður munur, og tá liðini fóru til hálvleiks var Sävehof á odda 16-11.

Størsta lokalblaðið, Göteborgsposten dregur serliga fram málverjan hjá Sävehof, Bertram Obling sum eina av høvuðsorsøkunum til, at Sävehof vann stórsigur. Bertram Obling hevði ein hóp av góðum bjargingum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu slapp at royna seg í seinna hálvleiki. Elias skoraði fýra mál, harav eitt uppá brotskast. Tó brendi Elias eitt annað brotskast.

Komandi hóskvøld verður onnur fjórðingsfinalan móti Eskilstuna í Eskilstuna.

Skuldi tað farið til fimm fjórðingsfinalur fær Sävehof tríggjar á heimavølli. 

Göteborgsposten heldur, at Elias og liðfelagarnir hjá honum eiga at vinna ein samlaðan sigur á Eskilstuna, og harvið vinna seg í hálvfinalurnar. 

Í VikuskiftisSosialinum ber til at lesa eina áhugaverda longri samrøðu, ið Pætur Albinus hevur gjørt við Elias Ellefsen á Skipagøtu. 

 

 

 

 

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í Sävehof vunnu fyrstu fjórðingsfinaluna á heimavølli í kvøld