Elias skoraði tvey mál í útisigri hjá Sävehof

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof eru nú næstfremst í bestu svensku hondbóltsdeildini

Elias Ellefsen á Skipagøtu fær mál og rós fyri síni avrik fyri Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini. Nú eru hann og Felix Møller kandidatar til at hava gjørt ársins mál í bestu svensku hondbóltsdeildini (Mynd: gp.se)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur fingið nógva jaliga umrøðu seinastu dagarnar tá hann farna hóskvøld hevði eina fríspæling og sending frá einari aðrari verð til liðfelagan í Sävehof, Felix Møller sum skoraði við góðari hjálp tað, ið svenskarar hava hug at nevna ársins mál í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

Hetta var í grannauppgerð móti lokala arvafíggindanum í Göteborg, Redbergslid. Sävehof vann dystin 31-28.

Tað málið og rós frá venjara og viðspælarum til Elias sæst í hesari greinini í størsta lokala blaðnum, Göteborgsposten.

Í dag ferðaðist hópurin hjá Sävehof úr Göteborg og suður til Kristianstad at spæla dyst móti IFK Kristianstad.

Sävehof vann 27-25. Í steðginum var IFK Kristianstad á odda 14-11. Liðini fylgdust til støðuna 23-23. Tá bleiv tað avgerandi, at Sävehof fekk trý mál á rað.

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tvey mál uppá brotskast í fyrra hálvleiki. Tíverri brendi Elias eitt brotskast í seinna hálvleiki, men tað endaði væl hjá Sävehof tá samanum kom.

Sävehof liggur næstfremst í bestu svensku hondbóltsdeildini við 36 stigum, eitt stig aftanfyri Ystad sum hevur 37 stig. HK Malmö hevur 36 stig á triðja plássi. 

Mikukvøldið spælir Sävehof á útivølli móti Önnered sum liggur á 10. plássi við 17 stigum. Tá skuldi verið góður møguleiki fyri sigri til Sävehof. 