Elias tapti og Rói vann á Róki

Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir í Sävehof taptu grannauppgerð á útivølli. Rói Berg Hansen og teir í Høj knógvaðu Ròki Akralíð og hinum í HEI Skæring

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál fyri Sävehof sum tapti heldur óvæntað á útivølli í kvøld

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál fyri Sävehof sum tapti heldur óvæntað á útivølli í kvøld

Fýra av teimum sum eru úttiknir til A-landsliðshópin at spæla tveir dystir móti Ukraina og ein dyst móti Kekkia í EM-undankappingini vóru í dystum í kvøld.

Í bestu svensku hondbóltsdeildini gjørdi Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur vart við seg við at skora fýra mál fyri Sävehof sum tapti heldur óvæntað í grannadystinum móti Önnered. Önnered vann 27-24. Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at tað gekk minni væl hjá Eliasi og liðfeløgunum. Aftaná 15 minuttirs spæl var Önnered á odda 8-2, og í steðginum vóru teir á odda 14-8. Sävehof fekk bøtt nakað um standin í seinna hálvleiki, men ikki nóg mikið til at vinna sær stig. 

Sävehof er enn næstfremst í bestu svensku hondbóltsdeildini við 36 stigum, eitt stig aftanfyri Ystad. Önnered er nummar 10 við 19 stigum, bert fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. 

Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vunnu Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ tepran 30-29 sigur á Róki Akralíð og hinum hjá HEI Skæring. Í steðginum var HØJ á odda 17-13. Rói skoraði fýra mál fyri HØJ. Rókur skoraði trý mál fyri HEI Skæring. 

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax vunnu 32-28 á Skovbakken í Århus. Í steðginum var Ajax á odda heili 19-11.

HØJ er nummar fýra í deildini við 25 stigum, og Ajax er nummar fimm við 23 stigum. HEI Skæring er nummar 10 í deildini við 15 stigum. HEI Skæring hevur tó sjey stig niður til triðaftasta plássið sum gevur beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál fyri Sävehof sum tapti heldur óvæntað á útivølli í kvøld